Landafrøði 2 - page 84

84
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
Havnin í Rotterdam
Havnin í Rotterdam í Niðurlondum er
ein tann størsta havnin í verðini. Higar
koma bæði rávørur og lidnar vørur úr
øllum heimi, til dømis stórar nøgdir av
frukt og djús. Djúsið kemur ofta við
stórum tangaskipum úr Suðuramerika.
Tað verður koyrt á serlig djúsvirki, har
tað verður pakkað í smærri pakkar.
Síðan verður djúsið flutt við toki,
lastbili ella skipi til ymisk lond í Evropa.
Havnin í Rotterdam er øgiliga stór:
20 km breið og 40 km long. Alt er tó
ikki havnarøki; har er eisini eitt tað
størsta ídnaðarøkið í Evropa, har
tey framleiða bensin, vaskipulvur
og nógv, nógv annað. Havnin er
ein týðandi miðdepil fyri flutning í
Evropa. Samband er við alt Evropa eftir
Rínánni, vegum, jarnbreytum og um
flogvøllin.
I...,74,75,76,77,78,79,80,81,82,83 85,86,87,88,89,90,91,92,93,94,...148
Powered by FlippingBook