Landafrøði 2 - page 94

94
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
tað alt fleiri, sum arbeiða í
tænastuvinnuni
. Hon fevnir millum annað
um bankar, tryggingarfeløg, handlar og matstovur. Fleiri av teimum
yrkjum, ið verða roknað sum tænastuvinna, hava kortini okkurt við
ídnað at gera, til dømis marknaðarføring og lýsingar. Nógvar av lýsing­
unum, sum vit síggja í sjónvarpi ella bløðum, vilja hava okkum at keypa
ymsar vørur, sum verða gjørdar í ídnaðinum, til dømis klæði, bilar,
fartelefonir og mat.
Nógv fólk starvast í handlum. Har selja tey vørur, sum eru gjørdar í
ídnaðinum, til dømis møblar, teldur, telefonir, klæði og bøkur. Tørvurin
á handlum er íkomin, so hvørt sum vit ikki longur sjálv framleiða tað,
sum okkum tørvar. Vit velta ikki sjálv korn og grønmeti, og vit smíða
ikki møblarnar sjálv.
Tann almenni geirin
Nógv fólk arbeiða í tí, sum verður nevnt tann almenni geirin. Almenni
geirin fevnir um alla ta tænastu, sum landið og kommunurnar veita
sínum borgarum, til dømis skúlar, barnagarðar, heilsumiðstøðir og
sjúkrahús - um so er, at tey ikki eru privat. Men eisini løgreglan, verjan,
kriminalforsorgin og rættarskipanin við dómstólum hoyra við til
almenna geiran.
Flestøll, sum arbeiða hjá tí almenna, fáast við okkurt slag av tænastu,
men talan er eisini um eitt sindur av framleiðslu. Í Føroyum arbeiðir
ein góður triðingur av øllum løntakarum í almenna geiranum. Í øðrum
londum kann hesin parturin vera annaðhvørt størri ella minni. Í einum
Hvør arbeiðir
við hvørjum?
Tað er ymiskt, hvørjum
menn og kvinnur arbeiða
við. Av teimum, sum arbeiða
við fiskiskapi í Føroyum,
eru til dømis 96 prosent
menn. Harafturímóti eru
kvinnur um leið 86 prosent
av teimum, sum arbeiða
innan fyri heilsuverkið og
almannaverkið. So eru
onnur yrki, har kynsbýtið
er toluliga javnt, til dømis
innan fyri handil og
umvæling, í fiskiídnaðinum
og í undirvísing.
I...,84,85,86,87,88,89,90,91,92,93 95,96,97,98,99,100,101,102,103,104,...148
Powered by FlippingBook