Landafrøði 2 - page 100

100
ORKA
Nógv sløg av orku
Tann fyrsta orkukeldan, sum menniskju hava brúkt, er
vøddamegin hjá sær sjálvum. Seinni fóru tey at brúka
eld. Í túsundtals ár hava fólk kykað á eldstaðnum at hita
bústaðin og til at gera mat. Brenniviður er framvegis ein
týðandi orkukelda, fyrst og fremst í fátækum londum.
So við og við hava menniskjuni lært seg at gagnnýta
orkuna í vindi og í vatni. Vindurin kundi seta ferð á
seglbátar. Vindmegin kundi eisini fáa vindmyllur at mala
korn til mjøl á kvørnini. Orkan í rennandi vatni fekk
mylnuhjól at mala, og tað kundi so aftur reka kvørnina
ella onnur tól. Vatnmylnuhjól verða framvegis brúkt
nógvastaðni.
Orkan í dýrum, til dømis rossum og oksum, er ein
onnur orkukelda, sum menniskjuni tíðliga í tíðini lærdu
seg at brúka. Tá ið dýrini drógu plógvið, kundu bøndurnir
velta stór øki, longu tá ið tann fyrsti landbúnaðurin varð
til. Nógvastaðni nýta fólk framvegis dýr at gera arbeiði
fyri seg.
Umframt brennivið, dráttardýr, vindorku og vatnorku
eru tær týdningarmestu og mest brúktu orkukeldurnar
kol og olja. Ein onnur týðandi orkukelda er kjarnorka.
Skilt verður ímillum
endurnýggjandi
og
ikki-endur­
nýggjandi orkukeldur
. Endurnýggjandi orkukeldurnar
verða oftast nevndar
varandi orka
. Tær verða alla tíðina til
av nýggjum. Tær avmarkaðu orkukeldurnar endurnýggja
seg ikki, og tær verða einaferð uppi, men eingin veit, nær
tað verður.
Hoover-byrgingin
í Colorado River, USA.
Ymisk orkunýtsla
Tað eru stórir munir á, hvussu nógva orku fólk kring heimin
brúka. Útrokningar vísa, at USA brúkar ein fjórðing av allari
orku, sum verður framleidd í verðini. Tað er næstan tíggju
ferðir so nógv, sum alt Afrika brúkar. Ein meting sigur, at ein
amerikanari brúkar líka nógva orku sum 3 fólk í Italia, 33
fólk í India ella meira enn 300 fólk í Etiopia. Men tað er ikki
lætt at rokna út, hvussu nógv orka verður brúkt, serliga í
londum, har tey nýta nógvan við til brenni.
I...,90,91,92,93,94,95,96,97,98,99 101,102,103,104,105,106,107,108,109,110,...148
Powered by FlippingBook