Landafrøði 2 - page 106

106
ORKA
bakteriurnar og hitin innan úr jørðini broyttu at enda hesa evjuna av
plantuleivdum og dýraleivdum til olju. Ein partur varð til jarðgass.
Hvørki olja ella jarðgass kunnu verða endurnýggjað sum orkukeldur.
Týdningarmesta orkukelda í verðini
Longu fyri fleiri túsund árum síðan fóru menniskju at nýta olju, sum
seyraði upp til jarðarýtuna. Tey brúktu oljuna at brenna í oljulampum.
Mitt í 19. øld fóru tey at bora eftir olju í USA. Oljan er ofta djúpt niðri
í jørðini, so tað skulu borast djúp hol at fáa fatur á henni.
Olja er at finna kring allan heim, men higartil eru stórar nøgdir
bara funnar fáastaðni. Londini, sum framleiða mestu oljuna, eru
Saudiarabia, USA og Russland. Noreg eigur nógva olju í havbotninum
undir Norðsjónum. Tað hevur verið roynt at bora eftir olju í føroyskum
sjóøki, men enn er olja ikki funnin í rakstrarverdum nøgdum.
Olja er týdningarmesta orkukeldan í ídnaðarlondum. Vit nýta olju
at hita bústaðin, og skip, flogfør og bilar nýta ymisk sløg av bensini og
olju. Burtur úr olju verður eisini gjørt millum annað plastikk, litevni,
kosmetikk, klæði og handilstøð.
Russland
Kina
Avstralia
Indonesia
Venesuela
Meksiko
Bretland
USA
Kanada
USA
Noreg
Nigeria
Gabon
Algeria Libya
Malaisia
Iran
Irak
Saudi-
arabia
Oman
Jemen
Sameindu Emirríkini
India
Egyptaland
Kuvait
Katar
Barain
Angola
Kasakstan
stórir oljufundir
Brasil
Kolumbia
Ekvador
Argentina
Brunai
Oljan í verðini
Á kortinum sæst, hvar í verðini
nógv olja er at finna, og hvørji
lond framleiða mest olju.
I...,96,97,98,99,100,101,102,103,104,105 107,108,109,110,111,112,113,114,115,116,...148
Powered by FlippingBook