Landafrøði 2 - page 107

ORKA
107
Týðandi handilsvøra
Av tí at oljan hevur so nógv at siga sum orkukelda, er hon ein tann
týdningarmesta handilsvøran í heiminum. Útflutningurin av olju hevur
givið londum sum Kuvait, Saudiarabia, Venesuela, Gabon og Brunai stórar
inntøkur.
Vandar, ið standast av at nýta kol og olju
Eitt tað størsta vandamálið fyri umhvørvið av at brenna kol og olju er,
at tað hevur við sær stór útlát av vakstrarhúsgassi og elvir til luftdálking.
Tá ið kol og olja brenna, verður carbondioxid burturúr. Flestu
granskarar eru á einummáli um, at tá ið nógv carbondioxid verður latið
út í lofthavið, økist vakstrarhúsárinið. Tað ger, at veðurlagið á jørðini
verður alsamt heitari. Í
Landafrøði 1
kanst tú lesa meiri um vakstrar­
húsárin, og hvussu tað økist.
Tá ið kol og olja brenna, verður eisini svávuldioxid burturúr. Tað
bindur seg við oxygen og vatndamp í luftini og verður til svávulsýru.
Hon tærir bygningar, fær bilar at rusta skjótari og ger skógir, áir og vøtn
ov súr. Tað hevur við sær, at skógir doyggja, og lívið í vøtnum doyr. Í
Kekkia eru til dømis stórir skógir oyðilagdir millum annað tí, at tey
hava brent so nógv kol har. Hesi seinastu árini er tó meiri gjørt við at
reinsa roykin frá orkuverkum og fabrikkum fyri at minka um útlátið
av svávuldioxidi.
Sjálvt arbeiðið at fáa fatur á koli og olju hevur eisini vandar við sær,
bæði fyri umhvørvið og arbeiðsfólkið. Kolanám eru millum vanda­
mestu arbeiðspláss í heiminum, og á hvørjum ári doyggja nógv fólk av
vanlukkum í kolanámum.
Vandamikil flutningur
Tað kann vera vandamikið at flyta olju. Hon verður einamest flutt við
stórum tangaskipum, og fleiri stórar vanlukkur hava verið av hesum.
Tá ið eitt tangaskip rennur á land, og olja lekur úr tí, verður umhvørvið
í sjónum og fram við strondini oyðilagt í langa tíð. Havbotnurin verður
dálkaður, og nógvur sjófuglur doyr og onnur dýr við.
Vandi kann eisini standast av at flyta olju gjøgnum rørleiðingar. Er
kríggj ella annar ófriður, so verður ofta lopið á oljuleiðingarnar. Leki
kann eisini koma, og tá seyrar oljan niður í moldina og í grundvatnið.
Olja og gass kunnu eisini elva til álvarsligan eld og spreingingar. Er ein
spreinging á einum boripalli, kann tað hava við sær stóran vanda, bæði
fyri arbeiðsfólk og umhvørvi.
Skógardeyði í tjóðgarðinum
Karkonosk í Kekkia. Orsøkin er
luftdálking.
I...,97,98,99,100,101,102,103,104,105,106 108,109,110,111,112,113,114,115,116,117,...148
Powered by FlippingBook