Landafrøði 2 - page 105

ORKA
105
Steinkol - samantrýstir trøllakampar
Steinkol varð til fyri um leið 300 milliónum árum síðan. Tá var veður­
lagið á jørðini heitari enn nú. Har vóru stórir skógir við risavaksnum
trøllakampum, sum vuksu í mýrulendi.
So hvørt sum trøllakamparnir og hin vøksturin doyðu, endaði til­
farið á botni í mýrunum. Sum tíðin leið, gjørdist hetta til
torv.
Nógv seinni í tíðini broyttist landslagið, so at sjógvur skolaði inn
yvir tær tjúkku torvfláirnar, og har varð havbotnur. Áirnar førdu móru
og sand við sær út á sjógv, og tað legði seg so við og við oman á torv­
fláirnar. Soleiðis varð torvið trýst saman av hesi stóru tyngdini, og
samstundis varð tað ávirkað av hitanum innan úr jørðini. Spakuliga,
øgiliga spakuliga, broyttist torvið til harðan, svartan stein - steinkol.
Náttúrutilfeingi í nógvum londum
Kol er at finna víða hvar á jørðini. Eisini í Føroyum eru kolalindir, og í
Hvalba og á Tvøroyri hevur kol verið høgt í kolanámum.
Kolanám røkka ofta djúpt niður í jørðina. Fyrr varð mest kol høgt í
Bretlandi og í Ruhrøkinum í Týsklandi, og eisini í Belgia og Fraklandi
vóru stór nám. Nú eru so at siga øll hesi námini stongd. Summastaðni
er kolið uppi, men annars er orsøkin tann, at tað er bíligari at keypa kol
aðrastaðni. Nú verða 75 prosent av kolinum í verðini høgd í Kina, USA,
Russlandi, Ukraina og Kasakstan.
El og hiti úr koli
Umframt at kol hevur verið nýtt í jarnídnaðinum og stálídnaðinum,
hevur tað verið nógv brúkt til at hita bæði bústaðir og virki. Kol verður
framvegis brúkt til hita og matgerð nógvastaðni kring heimin.
Meginparturin av kolinum verður tó nýttur í kolorkuverkum, sum
gera el. Um leið 40 prosent av allari el-orku í verðini stava frá orku­
verkum, ið brenna kol.
Olja - orka úr deyðum plantum og dýrum
Oljan varð til fyri um leið 200 milliónum árum síðan. Tá vóru sjógv­
urin og vøtnini full av plantu- og dýrasvívverum, sum eisini verða
nevnd plankton. Tá ið svívverurnar doyðu, sukku tær á botn, har tær
vórðu blandaðar við bakterium og við móru, sum áirnar førdu út á
sjógv. Í móruni vóru eisini leivdir av deyðum plantum og dýrum. Alt
hetta tilfarið legðist so við og við í tjúkkar fláir á havbotninum. Sum
tíðin leið, rotnaðu tær niðastu fláirnar og vórðu til eina tjúkka evju.
Oman á hana løgdust nýggjar fláir, fleiri kilometrar tjúkkar. Tyngdin,
Meginparturin av kolinum verður nýttur í
kolorkuverkum, sum her í Vepco Power Plant
í Maryland, USA.
I...,95,96,97,98,99,100,101,102,103,104 106,107,108,109,110,111,112,113,114,115,...148
Powered by FlippingBook