Landafrøði 2 - page 109

ORKA
109
gera orku, sum verður til í
reaktorum
í verkinum. Har verða atom­
kjarnar kloyvdir í einari ketutilgongd, sum loysir orku.
At seta ferð á hesa tilgongd, sum skapar el, tørvar reaktorinum
brennievni, sum vanliga er uran. Uranmálmur verður høgdur í
námum nógvastaðni í verðini. Millum tey lond, sum útvinna mest
uranmálm, eru Kanada, Niger og Russland. Uranmálmur er eisini
at finna í Grønlandi, men enn er støða ikki tikin til, um hann skal
verða høgdur.
Ikki øll lond eru áhugað í at fáa sær kjarnorkuverk. Í Danmark
og Noregi eru til dømis eingi kjarnorkuverk. Frakland er tað landið
í Evropa, sum hevur flestu kjarnorkuverk. Næstan 80 prosent
av elnýtsluni í Fraklandi stava frá kjarnorku. Í USA eru flestu
kjarnorkuverk í heiminum, men kortini verða bara 20 prosent av
elnýtsluni í landinum gjørd við kjarnorku.
Í Svøríki eru trý kjarnorkuverk, og tey gera um leið helvtina av
svensku elnýtsluni. Í Finnlandi eru tvey kjarnorkuverk, og Finnland
er eitt av teimum fáu londunum, sum framvegis útbyggir kjarnorkuna.
Vandar av kjarnorku
Kjarnorka kann vera vandamikil fyri umhvørvið á so mangan hátt.
Onkuntíð er tað hent, at ein reaktorur er gingin fyri. Tá fáa fólk
S
u
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
S
u
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
Miðkringur
Armenia
Suðurafrika
USA
Kanada
Spania
Bretland
Frakland
Svøríki
Finnland
Kasakstan
Iran
Pakistan
India
Suðurkorea Japan
Meksiko
Brasil
Ukraina
Belgia
Sveis
Kekkia
Rumenia
Ungarn
Bulgaria
Týskland
Slovenia
Niðurlond
Litava
Slovakia
Filipsoyggjar
Avstralia
Russland
Kina
Kjarnorkulond
Stórir fundir
av uran
Uran og kjarnorka í verðini
I...,99,100,101,102,103,104,105,106,107,108 110,111,112,113,114,115,116,117,118,119,...148
Powered by FlippingBook