Landafrøði 2 - page 116

116
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Statur - land - tjóð
Heimurin er býttur sundur í stór og smá øki. Vit tosa millum annað
um, at viðurskifti kunnu vera staðbundin ella í øllum landinum, og um
tjóðskaparligar spurningar og alheimsspurningar.
Tað økið, sum hevur størstan týdning, er sum oftast
tjóðin
, tað er
landið
ella
staturin
. Til eru um leið 200 sjálvstøðugir statir í verðini.
Summir teirra eru umstríddir, og tí eru ymisk tøl fyri, hvussu nógv
lond eru.
Ein sjálvstøðugur statur kann hava ymisk stýrisløg. Men allir statir
hava eina leiðslu, sum á onkran hátt hevur valdið og tekur avgerðir um
landsins lógir. Leiðslan kann vera fólkavald umboð, so sum ting og
stjórn. Ella landið kann vera undir einum einræðisharra, sum hevur
arvað valdið, ella kanska undir einum hernaðarstýri, sum hevur tikið
valdið við hermegi.
Flestir statir eru á einum samanhangandi landøki. Men í summum
londum eru øki, sum eru skild frá móðurlandinum. Hesi øki verða
nevnd
innlendisøki
ella
landoyggjar
. Eitt innlendisøki, ein
enklavi
, er
eitt landøki, sum er innan fyri mørkini í einum stati, men hoyrir til
ein annan stat. Ein landoyggj, ein
eksklavi
, er hetta sama økið, sæð úr
sjónarhorninum hjá statinum, sum eigur økið.
Hvat er tað, sum ger, at
Føroyar eru ein tjóð og
eitt land, men ikki ein
statur ella eitt ríki?
?
I...,106,107,108,109,110,111,112,113,114,115 117,118,119,120,121,122,123,124,125,126,...148
Powered by FlippingBook