Landafrøði 2 - page 121

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
121
Tey seks londini, sum byrjaðu samstarvið, vóru Belgia, Vesturtýsk­
land, Frakland, Italia, Luksemborg og Niðurlond. Seinni gjørdust
Danmark, Írland, Bretland, Grikkaland, Spania, Portugal, Eysturríki,
Finnland og Svøríki limir. Tann 1. mai í 2004 varð ES væl størri, tá ið
tíggju nýggj limalond løgdust afturat: Estland, Lettland, Litava, Pól­
land, Kekkia, Slovakia, Ungarn, Slovenia, Malta og Kypros. Bulgaria
og Rumenia gjørdust limir tann 1. januar í 2007 og Kroatia tann 1. juli
2013, so nú eru 28 limalond í ES.
Í summum londum, til dømis Danmark og Svøríki, eru ymiskar
meiningar um ES. Nøkur eru fyri, onnur ímóti. Í Noregi er mótstøðan
framvegis størri enn undirtøkan. Í øðrum londum er lítil og eingin ivi
um, at tað er rætt at vera partur av ES. Atfinningarnar móti ES snúgva
seg millum annað um skrivstovuveldið, og at avgerðirnar verða tiknar
ov langt burtur frá teimum, sum tær viðvíkja. Tey, sum taka undir við
ES, vísa á týdningin av samarbeiði í ES fyri at tryggja friðin og minka
um trupulleikarnar í umhvørvinum.
Belgiskir bøndur mótmæla uttan
fyri eina ES-skrivstovu móti høgum
prísum á brennievni og minkandi
inntøkum.
Føroyar, Grønland og ES
Tá Danmark í 1973 gjørdist
limur í ES, fylgdi Grønland
við sum danskur landslutur.
Føroyar valdu harafturímóti
at vera uttanfyri. Grønland
fekk heimastýri í 1979, og í
1985 valdi Grønland at taka
seg úr ES.
I...,111,112,113,114,115,116,117,118,119,120 122,123,124,125,126,127,128,129,130,131,...148
Powered by FlippingBook