Landafrøði 2 - page 131

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
131
hana. Hetta kunnu nógv semjast um. Men um handilin veksur, kann
tað eisini bera í sær, at tað gongur út yvir umhvørvið í teimum fátæku
londunum. Øktur handil kann eisini vaksa um arbeiðsloysið í teimum
ríku londunum, tí at teirra ídnaður ikki stendur seg í kappingini við
framleiðslu úr londum, har lønin er lág og umhvørvið kanska ikki
verður líka væl vart.
Hvat er skilabest at gera
Í ES er ein lágmarksprísur ásettur fyri til dømis tomatir. Tað merkir, at
bøndur fáa altíð í minsta lagi hendan prísin, tá ið teir selja tomatirnar.
Og tað ger, at bøndur í ES dyrka ógvuliga nógvar tomatir. So nógvar, at
avlopið verður selt heilt bíliga. Tomatpuré ella tomatblikk verða millum
annað seld til Vesturafrika. Og har verður tað torførari hjá bóndum
at selja sínar tomatir. Teir verða fátækari; og niðursjóðingarvirki, sum
framleiða dósamat úr tomatum har á leiðini, mugu gevast. Samstundis
letur ES hjálparveitingar til hesi somu lond. Ljóðar tað skilagott?
Summastaðni í Brasil, har tey áður veltu alskyns sløg av mati, eru nú
á døgum endaleysar víddir við soyabønum. Bønirnar verða fluttar út
til Evropa, har tær verða nýttar til neytafóður. Í Evropa verður ov nógv
mjólk framleidd, og avlopið verður selt bíliga, millum annað til Brasil.
Tann bíliga mjólkin úr Evropa ger, at nógvir smábøndur í Brasil ikki
sleppa av við sína mjólk.
Hesar veldigu víddirnar við soyabønum hava eisini elvt til stóran
vanda fyri umhvørvið í Brasil. Í Evropa hóttir nærtøkin landbúnaður
umhvørvið. Samstundis hava teir smáu bóndagarðarnir í Brasil, sum
eru nógv betri fyri umhvørvið, ilt við at klára seg.
Koma ov nógvar tomatir á
marknaðin, verður prísurin lágur.
Tá gera bøndur stundum tað, at
teir oyðileggja ein part av grøðini,
so at eftirspurningurin og prísurin
skulu vaksa. Myndin vísir tomatir,
sum liggja og spillast á einum akri
á Tenerifa.
I...,121,122,123,124,125,126,127,128,129,130 132,133,134,135,136,137,138,139,140,141,...148
Powered by FlippingBook