Landafrøði 2 - page 135

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
135
Vitan krevst til at leggja ætlanir í samfelagnum
Tað er mangan torført at leggja ætlanir í einum samfelag, tí tað broytist
alla tíðina. Ætlanir krevja nógvar og álítandi upplýsingar um ymisk
viðurskifti. Tann, sum skal gera eina býarætlan fyri eitt bústaðarøki,
skal vita mangt og hvat, líka frá veðrinum á staðnum til aldursbýtið og
kynsbýtið á fólki. Ætlanir snúgva seg um eina framtíð, sum vit ikki vita
so nógv um. Fíggjarstøðan í landinum ella í heiminum kann brádliga
broytast. Hevur ein kommuna latið byggja ein hóp av íbúðum, og
tann størsta ídnaðarfyritøkan í býnum letur aftur, hvørvur tørvurin á
íbúðum kanska.
Politisku hugsjónirnar um, hvussu samfelagið skal síggja út, broytast
eisini. Nú á døgum verður til dømis tosað alt meira um burðardygga
menning, sum millum annað vil siga at spara orku og varðveita
náttúruøki. Í Føroyum verður nú hugsað meira um at byggja tætt
heldur enn at spjaða húsabygging yvir stór øki. Soleiðis ber til at minka
um útreiðslurnar til frárensl, vegir og lyktarpelar, og kanska ber til at
varðveita meira av bønum.
Stundumverður tikið til, at ætlanir umbýarskipanir og byggiskipanir
Í Bangkok í Tailandi er gjørd ein nýggj
tokskipan, Skytrain, sum skal flyta fólk
aftur og frammillum bústað og arbeiði.
Hetta fer væntandi at bøta munandi um
ferðsluviðurskiftini í býnum.
I...,125,126,127,128,129,130,131,132,133,134 136,137,138,139,140,141,142,143,144,146-147,...148
Powered by FlippingBook