Landafrøði 2 - page 139

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
139
tað er alneyðugt at friða nógv støð afturat at verja plantur, fuglar og dýr,
tí fleiri sløg eru í vanda fyri at minka nógv ella doyggja út.
Náttúran er ymisk í heimsins londum, og tað eru eisini ógvuliga stórir
munir á, hvussu stórur partur av hvørjum landi er vardur sum tjóðgarðar
ella friðað øki. Í summum londum er lítið og einki vart, og aðrastaðni eru
10–15 prosent av landinum vard øki.
Heimsarvur
Kring allan heim eru um leið 900 støð, sum ST-stovnurin UNESCO
hevur avgjørt skulu varðveitast sum heimsarvur. Talan er bæði um
náttúruøki og um støð, sum hava stórt søguligt ella mentanarligt virði. Í
Norðurlondum eru í løtuni til samans 34 støð á listanum yvir heimsarv:
Grønland 1, Ísland 2, Noreg 7, Svøríki 14, Finnland 7 og Danmark 3.
Í Føroyum er einki á listanum yvir heimsarv. Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu stór plássini eru, ið verða góðkend sum heimsarvur. Tað kann vera
líka frá einari standmynd til ein heilan bý ella eina oyggj.
Nøkur kend dømi um heimsarv eru Grand Canyon, Viktoriufossar og
pýramidurnar í Giza.
Hvør ger av, hvat skal verða vart og hvussu
Tað er ikki vist, at tjóðgarðar, friðað náttúruøki og heimsarvur eru teir
bestu mátarnir at verja umhvørvi, sum eru hótt. Verður eitt øki kent,
koma kanska nógv fleiri fólk hagar at ganga, tjalda ella koyra í bili, og tað
gongur eisini út yvir umhvørvið.
Í nógvum londum hevur ikki altíð verið hugsað um fólkið, sum búði á
staðnum, tá ið tjóðgarðar komu. Til dømis vórðu teir fyrstu tjóðgarðarnir
í Svøríki stovnaðir í fjøllunum norðarlaga í landinum, og tá høvdu tey ikki
sámarnar í huga. Sámarnir høvdu annars livað har við sínum reindýrum
í fleiri hundrað ár. Somuleiðis hava fólkabólkar aðrastaðni í verðini verið
noyddir at flyta heiman, ella tey hava mist gott beitilendi til húsdýrini,
tá ið tjóðgarðar eru komnir har. Slíkar hendingar gera, at fólk ikki hava
áhuga í at verja landið og dýralívið. Tað ræður tí um, at fólkið á staðnum,
sum ætlanin er at verja, er við til at leggja ætlanir fyri, hvussu tað skal
verða gjørt.
Vit mugu tí spyrja okkum sjálvi, hvussu vit vilja verja eitthvørt, hvat
vit vilja verja, hví og fyri hvørjum. Og hvør er tað, sum skal gera av, hvat
skal verjast?
Heima á Sandi er einasta stað í
Føroyum, har rættiligir sandheyggjar
eru. Teir eita Mølheyggjar og eru
friðaðir. Her vaksa plantur og liva
flogkykt, sum ikki eru at finna
aðrastaðni í landinum.
I...,129,130,131,132,133,134,135,136,137,138 140,141,142,143,144,146-147,148
Powered by FlippingBook