Landafrøði 2 - page 132

132
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Fyrimunir og vansar við alheimsgerð
Tað, at sambandið millum londini í heiminum verður betri, og at
lond gerast alsamt tættari knýtt hvørt at øðrum, verður ofta nevnt
alheimsgerð, globalisering
. Mong halda, at hetta er gott og eigur at verða
stimbrað. Onnur halda, at tað er av tí illa og eigur at verða mótarbeitt.
Ein orsøk til tær ymisku meiningarnar er, at tað ikki ber til at lýsa
hetta hugtakið einfalt. Hjá summum snýr alheimsgerðin seg kanska
um, at menniskju kring heimin skulu fáa betri samband sínámillum.
Hjá øðrum snýr tað seg um órættvís handilsviðurskifti, at rík lond
gerast enn ríkari, og at fátæk gerast enn fátækari. Uppaftur onnur geva
alheimsgerðini skyldina, tá tey verða søgd úr arbeiði, og fyritøkan, har
tey arbeiddu, flytur sína framleiðslu í onnur lond, har lønin er lægri.
Alheimsgerðin ber í sær, at heimurin verður støðugt meira altjóða­
gjørdur. Hetta er tó einki nýtt. Longu fyri 2000 árum síðan fóru
átrúnaðir at vinna sær fótafesti kring heimin. Í hesari bókini er hjá­
landastevnan viðgjørd, og hon kann eisini verða nevnd eitt slag av
alheimsgerð. Síðan 1970-árini hevur alheimsgerðin av álvara tikið
dik á seg. Ein vanligur bygdarhandil, annaðhvørt hann er í Føroyum
ella í Madagaskar, selur matvørur úr øllum heiminum. Tú kanst vera
í einum jakka úr Kina, troyggju úr Madagaskar og skóm úr Indonesia
ella Italia. Nógv ung fólk fáa høvi at lesa í Avstralia ella USA. Tað
skjóta samskiftið ger tað møguligt at skipa fyri ferðum til næstan øll
heimsins lond. Og við kunningartøknini tekur tað onga tíð at røkka
øllum heiminum.
Nú á døgum ber til at fáa mat,
sum smakkar líka, kring næstan
allan heimin. Er tað gott ella ringt?
McDonald’s í Beijing, Kina.
I...,122,123,124,125,126,127,128,129,130,131 133,134,135,136,137,138,139,140,141,142,...148
Powered by FlippingBook