Landafrøði 2 - page 140

140
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Nøkur lond í Evropa løgdu stóran part av heiminum undir seg sum
hjálond Mørk vórðu sett uttan fyrilit fyri teimum fólkum, sum
búðu har Nógv av hesummørkum elva framvegis til trupulleikar
Í útnyrðingshorninum á Afrika er Marokko, sum leingi var
franskt hjáland Tað gjørdist sjálvstøðugt í 1957 Sunnan fyri
Marokko er Vestursahara Tað var spanskt hjáland til 1975 Men
heldur enn at lata landið fáa sjálvstýri læt Spania Móritania og
Marokko býta Vestursahara sínámillum Fólkið í Vestursahara
vardi seg, og eitt drúgt kríggj brast á Nú eru meiri enn 35 ár síðan,
og enn er eingin friðarsáttmáli fingin í lag
VIT STEÐGA Á:
Vestursahara
- seinasta hjálandið í Afrika
Vestursahara
Hóast Móritania stutt eftir tók seg úr krígnum, høvdu tey í Vestursahara ilt við at
klára seg ímóti tí stóra grannalandinum fyri norðan. Marokko hertók stórar partar
av landinum og noyddi fólkið at flýggja til flóttalegur í Algeria. Nú búgva meiri
enn 100.000 fólk í tjaldlegum í hesum karga partinum av oyðimørkini Sahara.
Flóttalegan er sum ein væl skipaður býur, har hvør einstakur hevur sína upp-
gávu. Har eru skúlar og sjúkrahús. Men stórur tørvur er á vatni, mati og heilivági.
Støðan kann tó brádliga versna, tí øll legan er bundin av hjálp úr øðrum londum.
Tey flestu í flóttaleguni eru fødd har; tey hava ongantíð verið í heimlandi sínum.
Men øll hava tey vónina um skjótt at kunna flyta til sítt egna land.
I...,130,131,132,133,134,135,136,137,138,139 141,142,143,144,146-147,148
Powered by FlippingBook