Landafrøði 2 - page 138

138
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Tjóðgarðar og friðað øki
Eitt eru ætlanir fyri nýggjar býir, vegir og ídnað. Nakað annað, sum eitt
samfelag eisini má gera ætlanir fyri, er, hvussu ymisk umhvørvi skulu
verða vard og varðveitt. Landslagið broytist alla tíðina. Regnskógur
verður høgdur niður, tær stóru grasfløturnar verða veltar, og bygt verður
í oyðimørkum í sambandi við oljukeldur. Landsløg, sum eru eyðkend
av gomlum landbúnað, eru hótt av einsháttaðum stórrakstri. Gamlir,
søguligir býarpartar mugu kanska lúta fyri nútímans háhúsum. Í
nógvum londum verða gjørdar lógir og reglugerðir, sum skulu verja
øki, ið verða hildin vera verd at varðveita.
Hvørt einstakt land kann velja at verja ávís umhvørvi hjá sær sjálvum,
men harumframt eru eisini nøkur støð, ið verða hildin at hava so stórt
virði, at ST (UNESCO) útnevndir tey til
heimsarv, World Heritage
.
Hesi støð eru so einastandandi, at tey verða mett at vera ogn hjá allari
mannaættini, og tí eiga tey at verða varðveitt til komandi ættarlið.
Tjóðgarðar
Ein vanligur máti at varðveita eitt virðismikið náttúruumhvørvi ella
mentanarumhvørvi er at gera tað til ein
tjóðgarð, nationalpark
. Tað er
eitt øki, sum er friðað, so at náttúruvirði ella mentanarlig virði kunnu
verða vard. Sum oftast hava øll atgongd til ein tjóðgarð, men reglur eru
fyri, hvat er loyvt ella ikki loyvt at gera har. Reglurnar eru ógvuliga
ymiskar frá einum tjóðgarði til annan, og úr einum landi í annað.
Fyrsti tjóðgarðurin í verðini varð stovnaður í Yellowstone í USA í
1872. Í Norðurlondum kom tann fyrsti tjóðgarðurin í 1909 í Svøríki;
har eru nú til samans 29 tjóðgarðar. Í Finnlandi eru 35 tjóðgarðar, í
Noregi eru 31, í Danmark eru 5, og í Íslandi eru 3. Tann størsti tjóð­
garðurin í verðini er í Grønlandi. Í Føroyum er eingin tjóðgarður enn,
men tað verður tosað um at gera tjóðgarð í Hvannhaga og í Koltri. Um
okkara leiðir verða tjóðgarðar vanliga riknir av almennum grunni.
Friðað náttúruøki
Tað ber eisini til at verja serstøk øki við at
friða
tey. Í Føroyum ber til
at friða eitt pláss, sum hevur okkurt serligt eyðkenni, er vakurt, hevur
onkran sjáldsaman gróður, sjáldsamt fuglalív ella dýralív, ella tí at tað
hevur vísindaligt ella søguligt virði.
Friðað náttúruøki í Føroyum eru til dømis Mølheyggjarnir á Sandi
og Fjallavatn í Vágum, umframt at ávís sjóøki eru friðað part av árinum.
Tey, sum fáast við at granska føroysku náttúruna, hava leingi víst á, at
Friðingarnevnd
Í hvørjari sýslu er ein
friðingarnevnd, og ein
yvirfriðingarnevnd er fyri alt
landið. Bæði myndugleikar,
býráð og bygdaráð og
vanlig fólk kunnu heita á
friðingarnevndirnar um at
friða eitt ávíst stað. Í einum
friðaðum øki er ikki loyvt
at broyta nakað, men tað
ber kortini til at nýta økið
eftir serligum reglum. Um
ein eigari ella festari er,
so hevur hann framvegis
rættindini til økið, men hann
má fylgja reglunum hjá
friðingarnevndini.
I...,128,129,130,131,132,133,134,135,136,137 139,140,141,142,143,144,146-147,148
Powered by FlippingBook