Landafrøði 2 - page 128

128
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Órættvísur heimur
Stórt órættvísi ræður millum heimsins lond. Tann ríkasti fimtaparturin
av íbúgvum heimsins stendur fyri 86 prosentum av privatu nýtsluni.
Tann fátækasti fimtaparturin brúkar bara gott eitt prosent. Hví er tað
soleiðis?
Órættvíst býti
Trý tey ríkastu fólkini í verðini eiga til samans meira pening enn 50 tey
fátækastu londini, har fleiri hundrað milliónir fólk búgva.
Tann upphæddin, sum fólk í USA brúka til kosmetikk, hevði verið
nógmikið til, at øll børn í heiminumkundu fingið eina grundútbúgving.
Í Evropa eta vit ís fyri um leið 60 milliardir krónur. Hendan upp­
hæddin hevði verið ivaleyst til, at øll fólk í heiminum kundu fingið
reint drekkivatn og frárensl.
Spurningarnir í spurnakassanum hava nógv ymisk svar, og svarið, tú
fært, veldst um, hvønn tú spyrt. Nógv siga, at hjálandastevnan er ein
týðandi orsøk, og at órættvísið so statt hevur søguligar røtur.Onnur siga,
at tey ríku londini útihýsa teimum fátæku londunum við órættvísum
tolli og øðrum handilsforðingum. Rík og fátæk lond kappast ikki á
Tá ið skurðurin fer fyri skeyti av
skerpingi, kann matur sum neyð­
hjálp úr øðrum londum bjarga
nógvummannalívum. Samstundis
kann neyðhjálpin gera tað torførari
hjá bóndunum á staðnum at selja
sína grøði.
I...,118,119,120,121,122,123,124,125,126,127 129,130,131,132,133,134,135,136,137,138,...148
Powered by FlippingBook