Landafrøði 2 - page 126

126
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Landamørkini frá hjálandatíðini elva framvegis til stríð. Nógvir
samanbrestir millum lond og millum fólk stava frá marknaseting og
órættvísi í hjálandatíðini.
Nógv verða hart rakt
Hjálandastevnan bar í sær, at lívskorini hjá einari stórari fjøld av fólki
broyttust ógvisliga. Nógv vórðu tikin trælir og noydd at arbeiða fyri
evropeiskar harrar, og nógv mistu jørð sína.
Hjálandaveldini bygdu handilsstaðir og gróðursettu plantasjur. Tey
fóru undir námsvinnu og bygdu jarnbreytir og vegir, so at vørurnar
kundu verða fluttar til ymsar havnir. Leiðin gekk til Evropa, har
ídnaðurin hevði stóran tørv á rávørum. Nýggjar lógir og reglugerðir
vórðu settar í verk. Í nógvum londum varð til dømis ásettur ein
bústaðarskattur. Tað er, at fólk skuldu rinda skatt av húsi ella smáttu
síni. Fyri at klára at gjalda skattin noyddust fólk at arbeiða í námunum
ella velta onkra nýggja grøði til sølu. Skatturin var ein máti hjá
hjálandaveldinum at útvega arbeiðsmegi til námini ella fáa fatur á
grøði, sum kundi flytast út til Evropa.
Hjálandastevnan var ein fyrimunur hjá einum lítlum minniluta av
upprunafólkinum. Nógv tey flestu vórðu hart rakt. Í fyrstuni vóru
fólk, sum búðu avsíðis, ikki fyri so stórari ávirkan, men so við og við
ávirkaði hjálandastevnan lívið hjá øllum í landinum.
Skúlar og sjúkrahús vórðu bygd, men bara til ein part av fólkinum.
Tað var eisini meiningin. Útbúgving var fyrst og fremst ætlað teimum,
sum skuldu verða tænastumenn í umsitingini hjá hjálandaveldinum. Í
skúlunum varð vanliga undirvíst á málinum hjá hjálandaveldinum, og í
skúlabókunum lósu næmingarnir um til dømis London og París - men
ikki eitt orð um sítt egna land.
Trælir heysta kaffibønir í einari
plantasju, sum evropearar eiga.
Hvat merkja orðini
Hjálandaveldi, kolonivald
, er land,
sum legði eitt ella fleiri onnur lond
undir sítt ræði. Hjálandaveldi vóru
sum oftast lond í Evropa.
Hjáland, koloni
, er land, sum
verður lagt inn undir ræðið hjá
einum hjálandaveldi. Hjálondini
vóru vanliga í Amerika, Afrika,
Asia ella Osiania.
Hjálandastevna, kolonialisma,
verður tað nevnt, at hjálandaveldi
leggja hjálond undir seg.
Hjálandatíðin, kolonitíðin,
er tann
tíðin, tá hjáland er undir einum
hjálandaveldi. Hjálandatíðin
fevnir um eitt tíðarskeið frá 15.
øld fram til einaferð í 20. øld,
ymiskt fyri hvørt land og hvønn
heimspart.
I...,116,117,118,119,120,121,122,123,124,125 127,128,129,130,131,132,133,134,135,136,...148
Powered by FlippingBook