Landafrøði 2 - page 129

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
129
jøvnum føti. Uppaftur onnur geva millumtjóða fyritøkum og altjóða
bankum skyldina. Tey hugsa bara um egnan vinning og sýna ikki
ábyrgd fyri samfelagnum, verður sagt.
Tað eru eisini tey, sum halda, at orsakirnar til órættvísið eru at
finna í teimum fátæku londunum sjálvum. Tey verða ofta stýrd av ein­
ræðisharrum, sum kúga tann fría viljan og íverksetarahugin hjá fólk­
inum. Hesi halda, at leiðin burtur úr órættvísi og fátækadømi gongur
gjøgnum fólkaræði og marknaðarbúskap.
Hvat er at gera til tess at minka um órættvísið í heiminum? Heldur
ikki hesin spurningurin hevur bara eitt svar, men nógv. Summi seta
sítt álit á hjálparveitingar úr ríkum londum, onnur á øktan fríhandil og
møguleikarnar í alheimsgerðini.
Menningarhjálp til fátæk lond
Rík lond veita fátækum londum menningarhjálp. Tað merkir, at tey
veita lán og stuðul til at menna heilsuverk, útbúgvingar og ídnað, men
eisini til hernaðarlig endamál. Síðan 1970-árini hevur ST ásett sum
mál, at tey ríku londini skulu lata 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni
(BTÚ) sum menningarhjálp til fátæk lond. Ætlanin var, at londini
skuldu hava rokkið hesum máli í 1980. Tað eru tó bara nøkur fá lond,
sum hava rokkið málinum, teirra millum nøkur Norðurlond. Í miðal
lata tey ríku londini nú um leið 0,25 prosent av BTÚ í menningarhjálp.
Menningarhjálpin hevur týdning, men enn hevur hon ikki
minkað stórvegis um fátækadømið í verðini. Í flestum førum hevur
menningarhjálpin heldur ikki minkað um órættvísið. Tey fátæku
londini hava í longri tíð sent meira pening til tey ríku londini enn
øvut. Menningarlondini hava tikið lán í teimum ríku londunum, og
renturnar og avgjøldini av hesum lánum eru ein upphædd, sum leingi
hevur verið meira enn tíggju ferðir so stór sum menningarhjálpin. Tí
eru tað nógv, sum krevja, at tey fátæku londini skulu sleppa undan at
rinda alla sína skuld. Tað eru jú ikki tey fátæku fólkini, sum hava lænt
peningin. Ofta er tað ein stjórn, sum langt síðan hevur mist valdið, ið
tók hesi stóru lánini. Í 2005 lovaðu tey ríkastu londini í heiminum,
tey sonevndu G8-londini, at avskriva lánini hjá teimum fátækastu
londunum, men hetta lyftið er ikki hildið enn; bara lutvíst.
Menningarlond
Tey flestu av londunum, sum einaferð vóru hjálond, verða nevnd
menningarlond
. Stundum verður heitið
Triði heimurin
brúkt. Onnur
nevna menningarlondini
Suður
og tey ríku londini
Norður
.
Hvat hugsar tú, tá ið tú
hoyrir orðið rættvísi?
Hvat kunnu ST, ES og
einstøk lond gera fyri
at vaksa um rættvísið
í heiminum?
Hvat kanst tú gera?
?
Menningarhjálp í % av
bruttotjóðarúrtøkuni BTÚ
Føroyar
0,02%
Ísland
0,22%
Finnland
0,52%
Danmark
0,86%
Noreg
1,00%
Svøríki
1,02%
Tølini eru fyri 2011
I...,119,120,121,122,123,124,125,126,127,128 130,131,132,133,134,135,136,137,138,139,...148
Powered by FlippingBook