Landafrøði 2 - page 133

LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
133
Samstundis verður heimurin meira einsháttaður. Allastaðni hyggja
fólk at teimum somu sjónvarpssendingunum úr USA. McDonald’s
matstovur eru at finna í flestøllum londum. Handlar og skrivstovu-
bygningar líkjast í øllum heimsins stórbýum.
Markleyst samarbeiði
Alheimsgerð kann elva til, at heimsbúskapurin veksur saman. Men
alheimsgerð kann eisini bera í sær, at heimsins lond verða alt tættari
bundin hvørt av øðrum. Hetta verður nevnt
politisk alheimsgerð.
Í eini roynd at loysa spurningar um fátækadømi, umhvørvi, kríggj
og handilsviðurskifti hittast leiðarar úr øllum heimi í felagsskapum
sum ST, Heimshandilsfelagsskapinum (WTO) og Heimsbankanum.
Har skifta tey orð um loysnir og gera semjur. Londini eru til dømis
gjøgnum ST vorðin samd um at minka fátækadømið niður í helvt fyri
ár 2015 (tað sonevnda Millennium-málið).
Politiska alheimsgerðin elvir eisini til økt samstarv um landamørk
í pørtum av heiminum. Eitt tað tættasta samstarvið av hesum slag fer
fram í ES. Har verða nógvar yvirtjóða avgerðir settar í verk. Tað merkir,
at tey einstøku limalondini hava latið ES avgerðarrætt í ávísummálum,
til dømis innan fyri búskap og handil. Aðrir felagsskapir, sum virka
tvørtur um landamørk í einum heimsparti, eru NAFTA í Norður-
amerika og Miðamerika, ASEAN í Asia og AU (African Union) í
Afrika.
Tað eru nógv, sum halda, at vaksandi alheims samstarv og yvirtjóða
samstarv hótta valdið hjá tí einstaka statinum. So hvørt sum alt fleiri
avgerðir verða tiknar í alheims felagsskapum ella í staðbundnum yvir-
tjóða felagsskapum, verður tað torførari hjá teimum einstøku statunum
at ávirka gongdina í sínum egna landi. Í einum landi sum Føroyum er
vandi fyri
fólkaræðisligum undirskoti
. Tess longri burtur frá løgtinginum
avgerðirnar verða tiknar, tess minni hevur føroyski veljarin at siga.
Altjóðagerð (internationalisering)
ella alheimsgerð (globalisering)
Tá tosað verður um altjóðagerð, verður sum oftast meint við sambond
millum lond, sum byggja á avgerðir ella áhugamál hjá hvørjum einstøkum
landi. Talan kann til dømis vera um samstarv um flogferðslu. Hugtakið
alheimsgerð fevnir um samband tvørtur um landamørk, sum fer fram, uttan
at teir einstøku statirnir hava eftirlit við tí. Her er heldur talan um, at fólk og
fyritøkur á ymsan hátt verða bundin hvør av øðrum.
Alheimsgerð - ein svenskur og ein
russiskur íshokky–spælari á einum
frímerki úr Madagaskar.
I...,123,124,125,126,127,128,129,130,131,132 134,135,136,137,138,139,140,141,142,143,...148
Powered by FlippingBook