Landafrøði 2 - page 124

124
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Mørk, sum ósemja er um
Tá ið landamørk verða broytt, kann tað fáa avgerandi týdning fyri lívið
hjá fólkinum, ið býr har. Til dømis gongur eitt mark gjøgnum høvuðs­
staðinNicosia á oynni Kypros. Í næstan 30 ár sluppu fólk í sunnara parti
av býnum ikki at vitja tey í norðara parti, og øvut. Í øðrum partinum av
býnum búgva grikskir kypriotar, og í hinum búgva turkiskir kypriotar.
Markið kom í lag, tá ið tann norðari parturin av Lýðveldinum Kypros
útnevndi seg til Turkiska Lýðveldið NorðurKypros.
Á sama hátt var stórbýurin Berlin í Týsklandi býttur sundur í nógv
ár. Nú er markið burtur, og íbúgvarnir kunnu fara um allan býin.
Onkrastaðni sæst, hvar tað gamla markið var.
Kring heimin eru nógv landamørk, sum eingin semja er um. Fólk
eru ósamd um, hvar markið skal vera, ella um har yvirhøvur skal
vera nakað mark. Tað hevur elvt til stríð og stórar streymar av flótta­
fólki ymsastaðni í verðini. Nógv av hesum stríði um mark stavar frá
hjálandatíðini, tí tað varð ikki hugsað um fólkið á staðnum, tá ið
mørkini vórðu teknað á kortið.
Tannferðavinna
Í ungarska marknabýnum
Sopron arbeiða um leið 500
tannlæknar. Í øðrum býum við
somu stødd arbeiða vanliga
um leið 20 tannlæknar. Næstan
allir tannlæknar í Sopron hava
opið til kl. 20 bæði leygardag og
sunnudag fyri at fáa stundir at
viðgera kundar úr Eysturríki, tey
sonevndu ”tannferðafólkini”.
0
40 km
Turkiskt-kypriotiskt øki
Griskt-kypriotiskt øki
Miðjarðarhav
Larnaca
Nicosia
ST-trygdargeiri
Bretskar
hernaðarstøðir
Kypros hevur verið býtt sundur síðan 1974.
ST-herlið halda vakt í trygdargeiranum
millum báðar partarnar.
I...,114,115,116,117,118,119,120,121,122,123 125,126,127,128,129,130,131,132,133,134,...148
Powered by FlippingBook