Landafrøði 2 - page 114

114
LANDAFRØÐI OG POLITIKKUR
Politikkur og vald hava nógv at siga fyri, hvussu
landafrøðilig viðurskifti eru Ikki bara politikkur í
nútíðini, men eisini í fortíðini Avgerðir, sum vórðu
tiknar fyri hundraðtals árum síðan, kunnu ávirka
landslagið tann dag í dag
Mørk hava stóran týdning, serliga landa-
mørk Men eisini mørk millum kommunur
kunnu ávirka, hvussu lendið verður nýtt
Samstarv landanna millum hevur nógv at týða, og
somuleiðis órættvísið millum ymsu partarnar av
heiminum
Tá ið landamørk verða broytt
Í Ukraina er býurin Mukatjeve. Hesin staður og fólkini, ið
har búgva, hava verið fyri stórum broytingum. Ein persónur
kann hava búð alt lívið í hesum sama býi, men kortini hava
búð í fleiri ymiskum londum. Hesi seinastu hundrað árini
hevur býurin hoyrt til Eysturríki, Kekkoslovakia, Ungarn,
Sovjetsamveldið og nú Ukraina. Landamarkið er nógvar
ferðir sett av nýggjum.
Eitt annað dømi er Pólland. Tíðliga í árinum 1990 hevði
Pólland mark við trý lond: Sovjetsamveldið, Kekkoslovakia og
Eysturtýskland. Seinast í árinum 1992 hevði Pólland mark við
sjey onnur lond: Russland, Litava, Hvítarussland, Ukraina,
Slovakia, Kekkia og Týskland. Tó var
markið hjá Póllandi einki broytt. Tað
var í londunum rundanum, at mørkini
vóru broytt.
Dømini vísa, at landafrøðin er í
støðugari broyting. Tað er ikki bara
mátin, sum landslagið verður nýtt,
ið broytist, sum árini líða. Eisini tær
lógir og reglur, sum stýra einum øki,
broytast, og tað ávirkar lívið hjá fólk-
inum. Hetta kemur týðiligast til
sjóndar, tá ið landamørk verða broytt.
Landafrøði og politikkur
Sterkt vaktarhald er á
markinummillum USA
og Meksiko. Nógvir
meksikanarar royna
at sleppa tvørtur um
markið at leita eftir
arbeiði í USA.
I...,104,105,106,107,108,109,110,111,112,113 115,116,117,118,119,120,121,122,123,124,...148
Powered by FlippingBook