Landafrøði 2 - page 111

ORKA
111
Hvat kanst tú gera fyri at nýta minni av orku frá orkukeldum,
sum ikki kunnu verða endurnýggjaðar, og meiri orku frá
varandi orkukeldum?
?
Tjernobyl
Tann 26. apríl í 1986 hendi álvarsamasta kjarnorkuvanlukka, sum
nakrantíð hevur verið. Tað var í Tjernobyl í Ukraina. Ein reaktorur á
kjarnorkuverkinum sprongdist. Eldur kom í, og geislavirkin evni vórðu
førd við vindinum inn yvir stórar partar av Evropa; eisini til Føroya.
Tey londini, sum vórðu harðast rakt, vóru Hvítarussland, Ukraina,
Pólland og Finnland. Bøur, áir og vøtn vórðu eitrað. Framvegis er ov nógv
geislavirkni í hesum økjum.
Eingin veit, hvussu nógv fólk lótu lív av sjálvari vanlukkuni. Men minst
7000 av teimum, sum arbeiddu við at steðga vanlukkuni og forða fyri enn
verri fylgjum, eru deyð av geisling ella av sjúkum, sum geislingin seinni
hevur elvt til. Nógv børn hava fingið brek og sjúkur av geislavirkni. Og tað
fer ikki at bera til at búgva í býum og bygdum har á leið í hundraðtals ár, tí
at geislavirknið er so nógv.
I...,101,102,103,104,105,106,107,108,109,110 112,113,114,115,116,117,118,119,120,121,...148
Powered by FlippingBook