Landafrøði 2 - page 77

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
77
Tørvur á ymiskari arbeiðsmegi
Ymiskum ídnaði tørvar sjálvandi ymiska arbeiðsmegi. Eisini í sama
ídnaði er brúk fyri fólki við ymiskum førleika og útbúgving. Í ídnaði,
sum framleiðir lutir, er framleiðslan ofta sundurgreinað í ymsar eindir.
Onkrir lutir av einari vøru verða gjørdir á einari verksmiðju, og aðrir
lutir á einari aðrari. Hesar verksmiðjur og skrivstovur kunnu enntá vera
í hvør sínum landi.
Í einari fyritøku, sum veitir tænastur, til dømis fíggjarliga ráð­
geving, skulu fíggjarfrøðingar og løgfrøðingar arbeiða. Á einum stovni
í heilsuverkinum er tørvur á læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, kost­
ráðgevum og mongum øðrum.
Hvussu góða útbúgving fólkið í einum landi hevur, kann hava stóra
ávirkan á, hvørjar fyritøkur verða settar á stovn har. Leingi var hægsta
útbúgvingarstigið í Evropa og Norðuramerika. Men hetta broytist. Í
einum landi sum India eru nú heilt nógv vælútbúgvin fólk.
Lønarlagið í einum landi ávirkar eisini, hvar ein fyritøka velur at
seta seg niður. Tað kann vera bíligari hjá einari fyritøku at seta ein
vælútbúnan teldufrøðing í India í starv enn ein við somu útbúgving
úr Evropa ella Norðuramerika. Tá ið „skrivstovan“ er á internetinum,
hevur tað lítið at týða, hvar í heiminum arbeiðið verður gjørt. Ein
føroysk teldufyritøka kann fáa arbeiðið gjørt í India ella Bulgaria.
Fleirtjóða fyritøkur
Ein fleirtjóða fyritøka er eitt virki,
sum eigur virki og skrivstovur í
nógvum londum. Eitt dømi er
fyritøkan Unilever, sum hevur
um leið 200.000 fólk í starvi í
fleiri enn 100 ymiskum londum.
Fleirtjóða fyritøkurnar elva til
økta alheimsgerð millum annað
á tann hátt, at vit kunnu keypa
somu vørur kring allan heimin.
Ein fyritøka sum Procter &
Gamble selir vørur sínar í um leið
160 londum (tað eru okkurt um
200 lond í verðini).
Hvørji sløg av fyritøkum
eru í Føroyum?
Hví heldur tú, at júst hesi
sløgini av fyritøkum eru her?
?
Í India er nógvur klædnaídnaður, har tey gera alt frá klædnapløggum til møblaklæði.
I...,67,68,69,70,71,72,73,74,75,76 78,79,80,81,82,83,84,85,86,87,...148
Powered by FlippingBook