Landafrøði 2 - page 36

36
JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
Ymisk sløg av landbúnaði
Nógvir bøndur kring heimin velta mat til sín sjálvs ella hava húsdýr,
sum geva familjuni mjólk og kjøt. Summir teirra hava smáar veltur og
akrar og nýta einføld amboð, ið hava verið nýtt í hundraðtals ár.
Aðrir bøndur reka stórar garðar við nútímans maskinum á munagóðan
hátt. Tað, sum verður framleitt, til dømis korn, mjólk ella kjøt, verður
selt, bæði innanlands og uttanlands.
Tað eru eisini jarðarbrúkarar, ið velta grøði, sum ikki er etandi, til
dømis bummull, ið verður flutt út til onnur lond. Aðrir velta trø, ið
vaksa skjótt og verða nýtt sum brennievni í orkuverkum.
Mátarnir, sum jørðin verður brúkt, kunnu so statt vera ógvuliga ymiskir,
bæði í ymiskum londum og heimspørtum og í einum og sama landi.
Landbúnaður í ríkum londum
Í økjum við nógvum landbúnaði eru einamest stórir garðar. Har arbeiða
fá fólk, men tey hava nógvar maskinur. Í Evropa og Amerika eru tað
einans nøkur fá prosent av fólkinum, sum arbeiða í landbúnaðinum, og
tey framleiða alt tað, sum síðan verður selt kring heimin.
Stórir akrar, stórar maskinur og fáir
bøndur. Ein einsamallur bóndi í einari
slóttutreskju heystar rís í Arkansas, USA.
Økið er eitt tað týdningarmesta, har rís
verður velt í USA. Bóndin koyrir fram
við vallgørðunum, ið fylgja lendinum.
Vallgarðarnir gera, at vatnið verður
verandi á akrinum, meðan rísið veksur.
Kvinnurnar framleiða matin
Tað eru kvinnur, sum framleiða
millum 60 og 80 prosent av
matinum í teimum flestu
fátæku londunum. Í Afrika
sunnan fyri Sahara og í Karibia
framleiða kvinnur 80 prosent av
grundføðini. Í Asia gera kvinnur
90 prosent av arbeiðinum í
rísøkrunum.
I...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...148
Powered by FlippingBook