Við málspølunum sum grundarlagi, kunnu tit saman við børnunum fara eina
kanningarferð inn í málheimin. Har kunnu tit saman undra tykkum á alla ta
fynd, ið liggur goymd sum loyniligir dýrgripir í spælinum við rímum, setningum,
orðum, stavilsum og ljóðeindum.
Arbeiðið við málsliga medvitinum er grundarlagið undir málspølunum, og
eru tey eitt virðismikið amboð fyri tey námslærdu, ið ynskja at arbeiða fyribyrgj
andi.
Tilfarið vendir sær sostatt bæði til tann roynda og óroynda brúkaran.
Verkætlanin, sum í norðurlendskum høpi byrjaði við Umeå og helt fram á
Bornholm, hevur langt síðan staðið royndina, og nýggj gransking byggir á und
anfarnu gransking.
Annette Lønnegaard, talupedagogur og Jørgen Frost, cand. pæd. psyk., hava
saman við starvsfeløgunum gjørt tilfarið, og Ingvar Lundberg, professari, hevur
skrivað inngangin. Karolina Matras hevur skrivað fororð til føroysku útgávuna.
Vit eru fegin um, at tilfarið, sum umfatar hesa ástøðisbók, eina verkliga arb
eiðsbók og eina myndamappu, nú endiliga kemur út á føroyskum.
Karolina Matras, cand. pæd. psyk., undirvísari og granskari á námsvísinda
deildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur týtt og tillagað ástøðisbókina til før
oyskt, og Annika Høj, lærari og lesivegleiðari, hevur týtt og tillagað verkliga
partin til føroyskt. Hannis Egholm hevur teknað myndirnar.
9 789991 821733
ISBN 978-99918-2-173-3