Skip to main content

Skemtikvæði (F)

Skemtikvæðini ella gamanskvæðini, sum tey eisini verða rópt, hava verið hildin at vera eitt sindur ólíklig í sínum uppruna. Í TSB eru tey 77 í tali og best umboðað í donskum og svenskum øki. Tey trettan, ið eru at finna í CCF, kunnu ikki sigast at vera ósømilig í orðalagi. Og sigast kann eisini, at tey samanumtikið vísa annan hugburð til skemt enn tann, sum vanligur er nú á døgum.