Skip to main content

 

 


Argentina


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Buenos Aires

Vídd: 2.766.890 km2

Fólkatal: 41.769.726

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 92% jødadómur 2% aðrir 6%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: argentinskur peso (ARS)

Argentina

Argentina er meginparturin av syðra Suðuramerika og er frá suptropisku skógunum fyri norðan, ígjøgnum pampasslættan og suður til snjóklæddu fjøllini í Patagonia fyri sunnan. Landið hevur mark vestur ímóti Andesfjøllum, og haðan er líðandi hall eystur at Atlantshavi. Fólkið í Argentina er blandingur av indiánum, spaniamonnum úr hjálandatíðini og tilflytarum, mest úr Suðurevropa, ið hava búsett seg har seinastu hundrað árini. Landið er rættiliga ríkt; men tað hevur í mong ár drigist við óstøðug politisk viðurskifti; stundum hava harðrend hernaðarstyri havt valdið, stundum fólkavaldar stjórnir. Bilídnaðurin er týdningarmikil í Argentina, og mong av teimum kendastu bilsløgunum verða gjørd her, helst í ídnaðarmiðdeplunum í Buenos Aires, Córdoba og Rosario.

Tá ið Magellan og spanska manning hansara sóu berligu fjøllini í oyggjunum á suðurendanum í Argentina í 1520, nevndu teir tær Tierra del Fuego ella Eldlandið, tí at teir sóu bál, sum indiánarnir høvdu kynt. Argentina og Kili hava býtt oyggjarnar sínámillum. Har er ógvuliga veðurringt; tiltikið stormhart og nógv avfall. Nógvir stórir dalar eru fjaldir undir jøklum.

Einar 480 km eystur úr Argentina eru umstríddu Islas Malvinas. Oyggjarnar vóru spanskar frá 1767 til 1833, tá ið bretar tóku tær og góvu teimum navnið Falklandsoyggjar. Síðan tá hava Bretland og Argentina trætst um, hvør eigur oyggjarnar. Í 1982 hertók Argentina oyggjarnar, men nakrar vikur seinni róku bretar teir aftur í sonevnda Falklandskrígnum.

Árini fyri, at fyrri heimsbardagi brast á í 1914, flýddu einar 2 milliónir fólk í Suðurevropa undan fátækadømi og búsettu seg í Argentina. Størra helvtin var úr Italia. Teir fóru annaðhvørt at arbeiða í landbúnaðinum ella í býunum Buenos Aires og Rosario, sum vuksu skjótt hesa tíðina. Italskur matur sum eplapasta noquis fæst á matstovum í øllum Argentina. Eplapasta verður ofta etin seinast í mánaðinum, tá ið lønin er uppi.

Næstan 40% av fólkinum í Argentina búgva í Buenos Aires ella tætt við býin, sum er ein hin størsti á suðurhálvu. Spaniamenn grundaðu Buenos Aires sum havnabý í munnanum á ánni Rio de la Plata í 1536; og fólkið í býnum verður enn kallað "portenos", ið merkir "havnabýarfólk". Nú er Buenos Aires nýmótans býur við breiðum vegum, tunlum og dýrum handlum. Býurin er handilsmiðdepil í Argentina, og meginparturin av útflutningi landsins verður avskipaður haðan.

Fólkið í Argentina hevur betri skúlagongd enn aðrastaðni í Suðuramerika, og bara 4% duga ikki at lesa. Børn hava skyldu til at ganga í skúla, til tey eru tólv ár. Í summum grund- og miðdeildarskúlum eru næmingarnir í hvítum jakka, nevndur guardo polvo, "dustverja", tí at jakkarnir verja klæðini fyri kálkdusti. Um triðingur av næmingunum heldur fram at lesa á hægru skúlum, har frálæran er ókeypis.

Eini 200 dagbløð koma út um dagin í Argentina, t.d. La Prensa, La Nación og Clarín. Clarín er størsta blað í Suðuramerika. Tey flestu eru á sponskum máli, men eisini týsk, ensk og fronsk bløð koma út í Argentina. Skrivifrælsi er í landinum, men meðan hernaðarstyrið ráddi, var strangt eftirlit við øllum fjølmiðlum.

Í 1857 koyrdi eitt guvurikið tok spakuliga eystur frá Buenos Aires til býin La Flores inni í landinum, og fyrsta jarnbreytin í Argentina var latin upp. Fjøruti ár seinni vórðu 34.000 km av jarnbreyt lagdir í landinum. Bretskir verkfrøðingar stóðu fyri mesta arbeiðinum at leggja jarnbreytirnar, og flestu tokini vórðu gjørd í Bretlandi. Enn verður stóra jarnbreytarkervið nógv nýtt bæði til ferðafólka- og góðsflutnings; men nú hava flestu lokmotivini dieselmaskinu.

Í Argentina eru bæði nógv og góð landbúnaðarjørð og virðismikil steinsløg í jørðini, og landið er ímillum tey ríkastu í Suðuramerika. Týdningarmesti útflutningurin er búnaðarvørur av Pampas: hveiti, mais, kjøt, húðir og ull. Ídnaðarverksmiðjur gera stál, evnafrøðilig evni, plast og maskinur. Argentina er sjálvbjargið við orku, og bæði olja og gass eru í undirgrundini; enn veit eingin hvussu nógv. Hóast alt tilfeingið skyldar Argentina nógvan pening uttanlands; atvoldin er, at teir ráðandi hava stýrt so illa.

Argentinski kúrekin, gaucho, er ikki so víða kendur sum skyldmaður sín fyri norðan, amerikanski cowboyin. Gaucho merkir lógleysur, tí at teimum hevur altíð dámt best at liva leysir av landsins lóg og rætti. Teir arbeiða á stórgóðsunum (estancias), væla um girðingar, tippi, ambæta rossunum og goyma at stóru neytafylgjunum. Slátumeytini ganga á biti úti ella í girðingum. Tey fáa eina blanding av revasmæru og durru; henda fóðurblanding ger, at kjøtið verður soltið. Ein gaucho er harðbalin, leggur nógv fyri, er snarráðin og frælsur. Hann er vorðin fólkahetja og tjóðareyðkenni Argentina.

Tango, tjóðartónleikurin í Argentina, varð til í fátækrabýlingunum í Buenos Aires. Tónleikurin og lívligi dansurin endurspegla vónir verkamanna um betri kor og er stundum lættur og kátur, men oftast tungur og syrgin. Tangotónleikurin verður spældur á bandoneon, lítla sekshyrnta harmoniku, og á fiól og klaver.

Suðuramerika, syðri partur

Fýra lond - Kili, ArgentinaParaguai og Uruguai - eru í hesum stóra øki, sum er helvtin av Suðuramerika . Tey verða ofta undir einum kallað "suðurstrýtan" av skapi sínum á kortinum. Eins og í norðara parti í Suðuramerika er veðurlagið ymiskt og landslagið ógvuliga fjølbroytt. Í Paraguai er tropiskt veðurlag, í Miðkili miðjarðarhavsveðurlag og undir jøklunum í Suðurargentina er bítandi kalt. Týdningarmesta landbúnðarlendið her er Pampas, ið er óføra vítt slættlendi norðan úr Uruguai og suður ímóti Patagonia í Argentina; nógv hveiti verður velt í hesum lendi. Í 1970-árunum vóru øll fyra londini kend fyri illa gitnu hernaðarstýri síni. Tey eru øll fallin, og nú er fólkaræði í londunum.

Atacamaoyðimørk í Norðurkili er turrasti staður á jørðini, og javnan eru mong ár ímillum, at tað regnar. Tá ið tað hendingaferð regnar, kemur so nógv niður, at tað oftast verður vatnflóð. Um dagin er brennandi heitt í oyðimørkini, men um kvøldið fellur hitin ógvuliga brádliga. Einasti vegur, ið lagdur er í hesari oyðimørkini, er Pan-amerikanski landavegurin.

Ógvuliga nógv mold mátti verða flutt, tá ið Itaipúbyrgingin varð gjørd um Paraná í Paraguai. Landið tók upp samstarv við Brasil um at fullføra hesa vatnorkuverkætlan, sum er ein tann størsta í heiminum. Eitt av vandamálunum, sum stóðst av, at so ovurstórt øki varð sett undir í vatni, var, at har gjørdust góðar umstøður at klekja hjá mýggjabitum, sum bera malariusmittu.

Langt suðuri í Argentina er ovurstóri morenujøkulin, sum er eitt hitt sjáldsamasta náttúrufyribrigdi í øllum syðra parti í Suðuramerika. Av og á ekur morenujøkulin langt út í Argentinovatn, so at tann bláhvíta ísrondin verður upp í 60 m høg. Sum líður frá, brýtur vatnið seg ígjøgnum ísbyrgingina, sum rivnar og loypur við buldur og brak.

Afturímóti norðaru londunum í Suðuramerika eru fáir indiánar eftir á lívi fyri sunnan; flestu indiánarnir har eru í Paraguai. Í Uruguai eru als eingir indiánar. Fjølmentastu indiánsku fólkasløgini eru kollaindiánarnir í Argentina og mataco- og mapucheindiánarnir í Mið-og Suðurkili og acheindiánarnir í Paraguai.

Mangir evropearar hava búsett seg í Suðuramerika. Í 19. og fyrst í 20. øld hevði fátækadømi í Italia við sær, at italskir verkamenn fóru til Argentina at heysta hveiti; mangir teirra komu aldri heim aftur. Verkamenn úr Spania fóru eisini til Argentina og Uruguai. Týskur trúarflokkur, mennonittar, rýmdi úr Kanada til Paraguai at vinna sær trúarfrælsi, og mangir valisar, sum vildu sleppa undan enskum yvirræði og varðveita mál sítt, settu seg niður í Argentina.

Seinastu fimmti árini er búsetingin ógvuliga nógv broytt, tí at so nógv fólk er flutt av bygd og til býirnar at sóknast eftir arbeiði. Í stórbýunum í Argentina og Uruguai var longu tá ov mikið av fólki, tí at so nógvir tilflytarar komu hagar. Annars hevur gongdin verið, at høvuðsstaðirnir eru vaksnir skjótt, og hinir býirnir hava staðið í stað; t.d. býr triðingurin av fólkinum í Argentina í høvuðsstaðnum Buenos Aires. Síðan í 1970-árunum er fólkaflytingin av bygd minkað.

Neytakjøt hevur leingi verið týdningarmikil útflutningsvøra hjá Argentina og Uruguei. Ovurstór neytafylgi ganga á biti á pampasfløtunum; best dámar bóndunum, at neytini eta grasslagið revasmæru, tí at tá verður kjøtið soltið. Vanligastu neytasløgini eru aberdeen angus og hereford, ið vórðu flutt hagar úr Evropa í 19. øld. Í Patagonia, har tað er kaldari, er nógv seyðahald, og bæði Argentina og Uruguei eru ímillum tey lond, sum senda mest av ull á heimsmarknaðin.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam er almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguai, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði
 

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.