METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
13
Nakrir lutir úr metali, sum
vit brúka dagliga.
Okkum tørvar metal
Metalini eru ógvuliga hent at hava. Hvønn ein-
asta dag brúka vit ymiskt úr metali, sí myndina.
Hóast alt fleiri lutir nú á døgum verða gjørdir úr
plasti og øðrum nýggjum evnum, tørvar okkum
enn metalini.
Av teimum 92 grundevnunum, sum eru ávíst í
náttúruni, eru 70 metal. Tey flestu metal-
ini eru tó ógvuliga sjáldsom. Tey eru
bara til í smáum nøgdum, og
tey brúkast heldur ikki til
sovorðið, sum vit vanliga
brúka metalini til. Vit vita
bara um 10 rein metal.