Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 22

METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
20
Sambræðingar (legeringar)
Bræða vit tvey ella fleiri metal saman, fáa vit
eina sambræðing. Nógvar sambræðingar eru ser-
ligar, við tað at tær hava øðrvísi eginleikar enn
tey reinu evnini, tær vórðu gjørdar úr.
Til dømis er bronsa ein sambræðing av kopari og
tini, men bronsan er væl harðari enn bæði kopar
og tin. Bronsa hevur t.d. verið brúkt til amboð og
vápn.
Eitt løgið er við bronsu. Hóast bronsa er ein sam-
bræðing av kopari og tini, dugdu fólk at gera
bronsu, áðrenn tey vistu um tin. Tað vísa søgu-
ligar keldur. Tin er nógv truplari at tilgera úr
málmi enn kopar. Ein frágreiðing kann vera, at
tey hava varnast, at tey fingu eitt sterkari metal,
Titan er lætt og væl sterkari enn
aluminium. Tað verður t.d. brúkt at
gera rakettir, fylgisveinar og
rúmdarfør úr.
Døgurðapotturin er farin upp á kók. Grýtan
er úr aluminium, sum leiðir væl hita.
Fyrr varð aluminium nógv brúkt í flogídnað-
inum, at gera flogfør úr, men nú brúka tey heldur
titan, tí tað er eisini lætt, og so er tað eisini nógv
sterkari enn aluminium. Titan verður eisini brúkt
til rakettir, fylgisveinar og rúmdarfør.
Aluminium
Aluminium er tað metalið, mest er av í jarðar-
skorpuni, t.d. er tað í leiri. Í 1825 eydnaðist
danska vísindamanninum H. C. Ørsted at vinna
ein klump av aluminium burtur úr leiri.
Í fyrstuni var aluminium ógvuliga dýrt, og tað
varð hildið at vera fínari enn bæði gull og silvur.
Aluminium er lætt, ljósagrátt metal. Tað verður
nógv brúkt nú á døgum. Vit brúka tað til grýtur
og pannur, til húsatekjur, til íløt at hava øl og
sodavatn í og til alufilm, sum vit pakka mat í.
1...,12,13,14,15,16,17,18,19,20,21 23,24,25,26,27,28,29,30,31,32,...222
Powered by FlippingBook