Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 32

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
30
Plaststong gníggjað við filti. Stongin
verður negativ og filtið positivt.
Gnígging og el
Vit eru nú før fyri at siga meira um tað, sum
hendir, tá ið løðing stendst av gnígging. Gníggja
vit eina plexiglasstong við tunnum plastfilmi,
fara nakrar elektronir av stongini yvir á filmin.
Stongin fær undirskot av elektronum og verður tí
positivt lødd. Filmurin fær yvirskot av elek-
tronum og verður negativt løddur.
Gníggja við harafturímóti eitt plastrør við einum
filtpetti, fara nakrar elektronir av filtinum yvir á
plastrørið. Rørið fær yvirskot av elektronum og
verður tí negativt løtt. Filtið fær undirskot av
elektronum og verður poitivt løtt.
Streymur í metalum
Atomini í einum leiðara, t.d. úr kopari, sita skip-
að í eitt regluligt atomgittar (eina atomgrind).
Tað, sum ger, at atomini hanga saman, er tað, at
summar elektronir í atominum mala eisini um
kjarnan í granna-atomum. Harumframt hava øll
atom í miðal um leið eina elektron, sum hevur
frítt at fara í øllum metalinum. Tað, sum heldur
hesum elektronum føstum, er ikki ein ávísur
kjarni, men atomgittarið sum heild.
Seta vit nú leiðaran ímillum pólarnar á einari
streymkeldu, verða tær leysu elektronirnar drign-
ar at pluss pólinum, samstundis sum negativi pól-
urin stoytir tær frá sær. Tær fara tí at flyta seg í
leidninginum frá minus-póli til pluss-pól.
Streymkeldan virkar sum ein pumpa, sum pump-
ar elektronir, og soleiðis løðing, runt í ringrásini.
Tá ið elektonirnar koma til pluss-pólin, pumpar
keldan tær beinanvegin yvir aftur á minus-pólin,
sí myndina á næstu síðu.
Soleiðis kann nú ein elektronstreymur ganga í
leiðaranum, so leingi keldan orkar at flyta elek-
tronir ímillum pólarnar. Snýr tað seg um vendi-
streym, og pólarnir skifta alla tíðina, ganga elek-
tronirnar fyrst annan vegin og so hin vegin. Í
plexiglas (+)
Plastfilmur (–)
filt (+)
plast (–)
Plexiglasstong gníggjað við tunnum
plastfilmi. Stongin verður positiv og
filmurin negativur.
Atomini í einum koparleiðara sita hvørt á
sínum plássi í einum atom-gittari.
1...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,34,35,36,37,38,39,40,41,42,...222
Powered by FlippingBook