Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 35

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
33
3,0 cm
6,0 cm
9,5 cm
13,0 cm
17,0 cm
um leið 10 000 volt
um leið 20 000 volt
um leið 30 000 volt
um leið 40 000 volt
um leið 50 000 volt
Neistalongd
Spenningur
Talvan vísir sambandið (um leið) ímillum
neistalongd í luft og spenningsmun.
Felagsroynd. Hvussu høgar spenningar
kunnu vit gera
Vit seta bandgeneratorin á eina flamingoplátu ella
annað bjálvandi tilfar. Fóturin á generatorinum
verður bundin í eina metalkúlu, sum eisini stend-
ur á bjálvandi undirlagi.
Spenningurin, sum stendst av hesum, kann vera
fleiri túsund volt. Tað ber til at vísa hetta, nærkast
vit kuplinum við einum fingri. Tað er ikki vanda-
mikið, tí kupilin verður avløddur beinanvegin. Hav-
a vit onkran lut úr metali, t.d. ein lykil, í hondini,
merkja vit næstan einki til spenningin.
Mála vit størstu neistalongdina, kunnu vit
í talvuna síggja, hvussu stóran spenning,
bandgeneratorurin megnar at gera.
Vit tendra bandgeneratorin og vísa við
glimlampuni, at kupilin hevur negativa
løðing og kúlan positiva løðing.
Tá ið spenningsmunurin ímillum kupil og kúlu er
nóg stórur, fer neisti ímillum. Longri er ímillum
kupil og kúlu, størri skal spenningurin vera, at
neisti fer ímillum. Og longri neistin er, longri tíð
hevur generatorurin at gera neyðuga spenningin.
Flamingo
1...,25,26,27,28,29,30,31,32,33,34 36,37,38,39,40,41,42,43,44,45,...222
Powered by FlippingBook