Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 43

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
41
Vit vænta tí, at zinkchlorid-pulvurið er bygt úr
zink-atomum, sum hava latið chlor-atomunum
elektronir. Zink-atomini verða tískil positivt lødd
og chlor-atomini negativt lødd.
Eitt atom, sum hevur latið eina ella fleiri elek-
tronir frá sær, nevna vit eina
positiva jon
. Á sama
hátt nevna vit eitt atom, sum hevur fingið eina
ella fleiri elektronir, eina
negativa jon
.
Eftir hetta kunnu vit siga, at zinkchlorid-pulvurið
er gjørt úr positivum zink-jonum og negativum
chlor-jonum, sum evnafrøðingar nevna chlorid-
jonir. Positivu og negativu jonirnar hanga saman
av elektrisku atdráttarkraftini.
Zink-atomið verður til eina jon
Í zink-atominum eru tvær elektronir so leyst
bundnar at kjarnanum, at tær lættliga kunnu
loysna frá atominum. Tá verður gjørd ein positiv
zink-jon við 2 positivum frumløðingum. Jonin
verður skrivað Zn
2+
. 2-talið vísir á, at jonin hevur
2 positivar frumløðingar.
Eitt positivt løtt atom er ein positiv
jon. Eitt negativt løtt atom er ein
negativ jon.
Zinkchlorid er gjørt úr positivum zink-
jonum og negativum chlorid-jonum.
Zink-atom Zn.
Zink-jon Zn
2+
.
Her hava vit eina jon!
Sov bara, Jón. Tað var ikki
teg, hann rópti!
1...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...222
Powered by FlippingBook