Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 48

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
46
At gera jarnsulfid
Í arbeiðsbókini hevur tú lært at skriva formlarnar
fyri ymisk jonsambond av positivum metal-jon-
um og negativum jonum av ikki-metali. Nú fara
vit at kanna, hvussu nøkur av hesum evnum verða
gjørd.
Jonsambandið jarnsulfid er bygt úr positivum
Fe
2+
-jonum og negativum S
2–
-jonum. Báðar jon-
irnar eru dupultløddar, so jontalið er tað sama av
báðum sløgum, og formilin verður FeS.
Vit kunnu gera jarnsulfid við at blanda jarnpulv-
ur og svávulpulvur saman og verma hesa bland-
ingina.
Í evnafrøðiligum talvum ber til at síggja, hvussu
nógv atomini hjá grundevnunum viga. Eitt jarn-
atom vigar 1,74 ferðir so nógv sum eitt svávul-
atom.
Vit skulu í blandingini hava sama atomtal av
báðum evnum. Tí skulu vit brúka 1,74 ferðir so
nógv av jarni sum av svávuli.
Minst til trygdina, nýt verjubrillur!
Felagsroynd. Jarnsulfid gjørt úr jarni
og svávuli
14 g av jarnpulvuri og 8 g av svávulpulvuri verða
væl blandað í einari postalínsskál. Evnið í bland-
ingini sær ógvuliga einsháttað út, men við ein-
ari magnet ber væl til at skilja tað sundur aftur í
jarn og svávul, sí myndina niðast vinstrumegin.
Stoyt blandingina í eitt royndarglas og verm væl.
Tá ið ein løta er farin, fer blandingin knappliga at
gløða. Tá verður gassblussið sløkt. Glóðin fer nú
um alla blandingina, hóast vit verma ikki meira.
Tá ið royndarglasið er kólnað, bróta vit glasið,
og við einum hamara knúsa vit brenda klumpin
til fínt pulvur.
Í hesi tilgongd er gjørt jarnsulfid, FeS. Evnið
minnir um jarn, men tað er øðrvísi enn jarn á
tann hátt, at tað er ikki magnetiskt. Ein partur av
evninum er helst óbrent jarn; tað sálda vit frá
við einari magnet, og eftir liggur reint jarnsul-
Fe
Hav pappír um
magnetina
S
Hav ein verjubakka undir eldinum.
1...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...222
Powered by FlippingBook