Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 52

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
50
Jarn
Venjingin í arbeiðsbókini vísti, at vit kunnu heldur
ikki brenna jarn í luft. Tað ber kortini til at fáa tað
at loga í reinum oxygeni.
Felagsroynd. At brenna ein jarntráð
Reint oxygen verður fylt úr fløsku í eitt sylindar-
aglas, sí mynd. Glasið verður vent. Eitt sindur av
vatni skal vera um botnin. Eina glasplátu hava vit
til lok. Ein jarntráður, sum er vundin upp í ein
spiral, verður festur á eitt papp-petti. Niðast í
spiralin festa vit uttasta svávulendan á einum
svávulpinni.
Fest eld í svávulpinnin, tak glaslokið av og hong
jarntráðin niður í oxygenið. Tað sæst, at tráðurin
brennur, og neistarokið stendur frá honum. Jarn-
tráðurin verður í brenningini gjørdur um til jarn-
oxid Fe
2
O
3
.
At enda stroya vit fínt jarnpulvur niður í gasslogan.
Tá sæst, at jarnið brennur, og at neistarokið stendur
frá, sí myndina.
Jarntráður
Klistriband
Papp
Oxygen
Svávulpinnur
Vatn
Vit brenna ein jarntráð í oxygeni.
1...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...222
Powered by FlippingBook