Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 50

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
48
Felagsroynd. At brenna magnesium í
koldioxidi
CO
2
verður fylt úr fløsku í eitt sylindaraglas, sí
myndir niðanfyri. Vent glasinum og lat eitt sindur
av vatni verða eftir um botnin. Fest nú við gass-
loganum eld í eitt petti av Mg og halt niður í glas-
ið. Vatnið sløkkir logandi magnesiumpettini,
sum sprutta úr eldinum.
Metalið brennur nú víðari og á innsíðuni í glas-
inum síggjast bæði hvítt magnesiumoxid og smá-
ir svartir kolbitlar.
Felagsroyndin vísir, at brennandi magnesium hevur
drigið oxygen-atom úr koldioxidinum, so at frí-
gjørt verður reint kol (carbon).
Reaktiónstalvan er:
Venjingin í arbeiðsbókini vísti, at ikki bar til at
festa eld í kopar, men svarti liturin, sum legðist á
koparið, er tekin um, at hitin fær koparið at reagera
við oxygenið í luftini. Gjørt verður koparoxid CuO,
sum er eitt jonsamband.
Reaktiónstalvan er:
2Mg + CO
2
2MgO + C
2 Cu + O
2
2CuO
Mg verður brent í CO
2
. Vit hava eitt
sindur av vatni um botnin á glasinum at
fanga logandi petti av magnesium.
Mg
CO
2
1...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...222
Powered by FlippingBook