TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
39
Súkklan rustar, tí jarnið í henni ger
evnasambond við onnur evni, sum
tað kemur í samband við.
Hvussu er bygnaðurin í evnasambond-
unum hjá metalum
Nógv metal reagera lættliga við onnur evni. So-
leiðis verða gjørd evnasambond, sum oftast hava
heilt øðrvísi útsjónd enn metalið sjálvt. Sovorðn-
ar tilgongdir fara fram, tá ið jarn rustar, og tá ið
kopar eirir og verður grønt á liti.
Hesi somu viðurskifti eru orsøkin, at flestu metal
eru ikki rein evni í náttúruni. Tey eru bara til sum
evnasambond við onnur evni (málmur).
Men hví gera metalini so lættliga evnasambond
við onnur evni?
Vit vita, at atomini í grundevnunum eru gjørd úr
einum positivum kjarna við negativum elektron-
um malandi rundanum. Vit vita eisini, at nakrar
av elektronunum í metalatomunum eru so leyst
bundnar, at tær hava mest sum frítt at fara í
metalinum. Tað eru t.d. hesar elektronirnar, sum
skapa elektriska streymin í leiðarum.
Ikki-metal harafturímóti leiða ikki væl streym.
Tað er, tí at elektronirnar í hesum evnum eru
fastari bundnar at positiva atomkjarnanum.
Øll metalsambond í náttúruni eru ímillum eitt
metal og eitt ella fleiri ikki-metal, og tað er væl
hugsandi, at tað, sum heldur hesum evnum saman,
er at tey draga ymiskt í elektronirnar.
At kanna hetta, skulu vit royna at senda elek-
triskan streym ígjøgnum zink-chlorid ZnCl
2
, sum
er evnasamband ímillum metalið zink og ikki-
metalið chlor. Evnið er hvítt pulvur.
Felagsroynd. At ávísa jonir
Vit lata einar tvær teskeiðir av zinkchloridi í eina
postalínsskál. Vit seta so tvær kolstengur niður í
pulvurið og gera eina ringrás, sum myndin á næstu
síðu vísir. Á amperumetrinum sæst, at eingin
streymur gongur.