Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 36

skal vera rættiliga langt ímillum, áðrenn neistin
loypur yvir á plátuna heldur enn klipsið.
FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
34
Tó at plátan er nærri, fer neistin heldur
ímillum kupilin og spíska stikkið enn
ímillum kupilin og plátuna.
Ein sjóðan hoyrist sum tekin um, at
úrløðingin fer fram, hóast eingin neisti er.
Tá ið longri verður ímillum, loypur neistin.
Hvagar fer snarjósið
Í Føroyum plaga vit ikki at hava stórar trupul-
leikar av toruni, og snarljósleiðarar (toruveitir)
eru helst ikki so vanligir hjá okkum. Toran slær
niður í fjøllini, siga vit, men tað kann meira enn
so henda, at hon eisini ger skaða hjá okkum.
Vit kunnu brúka bandgeneratorin at vita, hvussu
snarljósleiðarar virka.
Felagsroynd. Hvagar loypur neistin
Uppstillingin á niðaru myndini vinstrumegin verð-
ur gjørd. Tað sæst, at neistin loypur til bananstikk-
ið heldur enn til plátuna – eisini tá ið longri er til
stykkið enn til plátuna.
Vit beina eitt pappírsklips út og seta fast í stikkið,
ovara myndin høgrumegin. Tá ið royndin verður
endurtikin, hoyrist fyrst ein sjóðan. Hetta er tekin
um, at úrløðingin fer fram alla tíðina. Tá ið longri
verður ímillum, loypur neistin. Tað sæst, at tað
Bananstikk
Spísk koparstong.
Sverur koparleiðari.
Niðurgrivin
koparpláta.
Royndin vísir okkum, at elektriskar úrløðingar fara
eftir spískum lutum. Tí eru snarljósleiðarar gjørdir
við einari spískari metalstong ovast. Stongin dreg-
ur snarljósið at sær, og løðingin verður leidd ígjøgn-
um ein sveran koparleiðara niður í eina plátu í jørð-
ini.
1...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...222
Powered by FlippingBook