Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 30

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
28
Bygnaðurin í atomunum
Nú vita vit, at øll atom eru gjørd úr einum pos-
itivt løddum kjarna við negativt løddum elektron-
um malandi uttan um seg. Allar elektronirnar hav-
a somu lítlu negativu løðing, sum vit nevna nega-
tivu
frumløðingina
.
Í kjarnanum eru somuleiðis eitt heilt tal av posi-
tivum frumløðingum.
Bæði elektronir og atomkjarnar eru ógvuliga smá
og løtt. Tó vigar ein atomkjarni fleiri túsund ferð-
ir tað, ein elektron vigar.
Tað er atdrátturin ímillum negativu elektronirnar
og positiva kjarnan, sum ger, at elektronirnar kunn-
u mala um kjarnan.
Elektronirnar eru líka nógvar í tali sum positivu
frumløðingarnar í kjarnanum. Tí er atomið sum
heild nevtralt, t.e. elektriskt óløtt.
Í kjarnanum eru
nakrar positivar
frumløðingar!
Mær dámar hana,
tí vit kunu læra
av henni!
Ein atomkjarni vigar líka nógv
sum fleiri túsund elektronir.
Positivir og negativir bitlar verða
drignir hvør at øðrum.
Vánalig
mynd! So-
leiðis eru
atom ikki
bygd!
1...,20,21,22,23,24,25,26,27,28,29 31,32,33,34,35,36,37,38,39,40,...222
Powered by FlippingBook