Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 33

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
31
tráðnum í peruni er mótstøðan serliga stór. Har
verður nógv gnígging, sum fær tráðin at gløða og
peruna at lýsa.
Tá ið viðtikið varð at siga, at elektriski streymur-
in gongur frá pluss til minus, visti eingin um
negativt løddar elektronir, sum ganga frá minus til
pluss. Kortini hevur verið hildið fast við gomlu
streymviðtøkuna.
Snarljós og tora
Viðhvørt skipar náttúran sjálv fyri at vísa okkum
gníggi-el á ógvusligan hátt. Tað er, tá ið toran
gongur. Gnígging ímillum ymisk løg í luftini ella
ímillum luftina og avfallið í henni (regn ella
hegling) kann flyta elektronir í hópatali. Tað
kann vera eitt skýggj, sum fær positiva ella nega-
tiva løðing sammett við jørð, ella tvey skýggj,
sum fáa øvugta løðing.
Spenningsmunirnir, sum kunnu vera fleiri milli-
ónir volt, fáa neistar (snarljós) at fara langa leið.
Snarljósini verma luftina so nógv og so skjótt, at
hetta verður sum ein bumbuspreinging, tá ið
luftin víðkast. Av tí stendst toruljóðið.
Royndir við bandgeneratori kunnu hjálpa okkum
at fáa ein varhuga av toruni.
Tá ið viðtikið varð at siga, at
elektriski streym-
urin gongur frá pluss til minus
, visti eingin um
negativt løddar elektronir, sum ganga frá minus
til pluss. Kortini hevur verið hildið fast við
gomlu streymviðtøkuna.
Atomkjarnarnir og
meginparturin av
elektronunum verða
verandi á sínum
plássum.
Streymkelda
Men leysu
elektronirnar í metal-
atomunum verða
pumpaðar runt í
ringrásini.
1...,23,24,25,26,27,28,29,30,31,32 34,35,36,37,38,39,40,41,42,43,...222
Powered by FlippingBook