Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 28

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
26
Felagsroynd. Ávirkan ímillum
løddar lutir
Eitt negativt løtt plastrør verður lagt í ein haldara,
sum kann snara. Nærkast vit rørinum við einum
øðrum negativt løddum røri, fáa vit frástoyting.
Nærkast vit plastrørinum við einum positivt lødd-
um plexiglasrøri, dregur tað plastrørið at sær, t.e.,
nú er atdráttur.
Á sama hátt kunnu vit vísa, at tvær positivt lødd-
ar plexiglasstengur stoyta hvør aðra frá sær.
Positivar løðingar stoyta hvør aðra
frá sær.
Negativar løðingar stoyta hvør aðra
frá sær.
Positivar og negativar løðingar draga
hvør aðra at sær.
1...,18,19,20,21,22,23,24,25,26,27 29,30,31,32,33,34,35,36,37,38,...222
Powered by FlippingBook