Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 37

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
35
Flamingo
1 kr. fyri at
síggja læraran
verða píndan.
Av felagsroyndini skilst, at vit skulu ikki kroka
nærindis lutum, sum standa upp í loft, tá ið toran
gongur. Vit skulu halda okkum burtur frá flagg-
stongum, antennumastrum, høgum trøum o.t., tá
ið toran gongur. Tað hevur eisini borið á í út-
londum, at fótbóltsspælarar hava ligið deyðir á
vøllinum, tí toran sló niður í teir.
Eru vit í bili, skulu vit vera sitandi, tí snarljósið
sleppur ikki inn í ein metalkassa, sum bilurin er.
Í bili eru vit væl vard, tá ið toran gongur.
Spenningurin á el-netinum kann gerast ógvuliga
høgur, tá ið toran gongur, so høgur, at útvarps-
lurt, sjónvørp og onnur tól kunnu fáa skaða av tí.
Statiskt el
Spenningurin ímillum eitt toruskýggj og jørð kann
vera fleiri milliónir volt og úrløðingin gongur
ógvuliga skjótt, brotpart av einum sekundi.
Eisini smærri løðingar kunnu órógva okkum. Tað
er tá ið vit sjálv ella lutir verða lødd. Tað nevna
vit
statiskt el
.
Felagsroynd. At løða eitt fólk
Lærarin stendur á einari flamingoplátu á gólvin-
um. Onnur hondin er á kuplinum á bandgene-
ratorinum. So setur ein næmingur generatorin í
gongd. Ein annar næmingur roynir at draga neistar
úr hinari hondini á læraranum á eina metalstong.
Lærarin kann eisini hava ein lykil ella annan metal-
lut í hesari hondini.
Tað sæst væl á hárinum, at lærarin er løddur. Hár-
ini fáa øll somu løðing, so at frástoyting verður. Tí
reisa hárini seg á høvdinum og standa í allar ættir.
1...,27,28,29,30,31,32,33,34,35,36 38,39,40,41,42,43,44,45,46,47,...222
Powered by FlippingBook