Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 38

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
36
Gnígging ímillum klæði og hár ella hold
ger so nógva løðing, at neistarokið er
um alla troyggjuna.
Gnígging ímillum gólvteppi og
vælbjálvandi skógvar hava løtt dreingin,
sum fær stoyt, tá ið hann nertir radiatorin,
sum hevur gott jørðsamband.
Í turrari luft kunnu vit sjálv verða lødd sum lær-
arin, t.d. av gnígging ímillum vælbjálvandi inni-
skógvar og gólvteppi.
Spenningurin kann tá vera so høgur, at neisti fer í-
millum fingrarnar og kranar, handtøk ella annað,
sum hevur gott jørðsamband.
Statiskt el kann eisini standast av gnígging ímill-
um hár og okkurt plagg, sum vit lata okkum í ella
úr.
1...,28,29,30,31,32,33,34,35,36,37 39,40,41,42,43,44,45,46,47,48,...222
Powered by FlippingBook