Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 46

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
44
Formilin sigur okkum bara, at salt er gjørt úr líka
nógvum Na
+
-jonum og Cl
-jonum.
Á sama hátt sæst av formlinum fyri zinkchlorid,
ZnCl
2
, at hetta evnið er bygt úr Zn
2+
-jonum og
dupult so nógvum Cl
-jonum.
Vit hava í
Alisfrøði og evnafrøði 1
sæð, at evni
kunnu verða úrskild sum vøkur krystall. Hvussu
skapið á krystallunum verður, veldst alt um,
hvussu jonirnar sita í jongittarinum. Til dømis
ber væl til at skilja, at saltkrystall ofta hava
terningskap, tá ið vit vita jongittarið hjá salti.
At seta saman jonir
Øll metalatom lata elektronir frá sær og verða so
statt til positivar jonir. Nøkur metal lata altíð líka
nógvar elektronir; natrium ger t.d. altíð einkult-
løddar jonir Na
+
og magnesium altíð dupultløddar
jonir Mg
2+
. Onnur metal kunnu stundum lata eina
og stundum tvær ella fleiri elektronir. Kopar kann
t.d. í summum jonsambondum lata 1 elektron og
verða til Cu
+
og í øðrum jonsambondum 2 elek-
tronir og verða til Cu
2+
.
Í talvuni á næstu síðu sært tú í fyrra teiginum
positivar jonir hjá nøkrum vanligum metalum og
í seinna teigi nakrar negativar jonir, sum positivu
metal-jonirnar kunnu binda seg at.
Nøkur evni gera bara
einkultløddar jonir. Onnur
evni (t.d. kopar) kunnu
gera bæði einkultløddar
og dupultløddar jonir.
Kopar kann gera tvær
ymiskar jonir!
Um navnagávuna er at siga, at tær
positivu jonirnar hava navn eftir
grundevninum við orðinum jon skoytt
uppí, t.d.
Na
+
: natrium-jon
Cu
+
: kopar-jon
Negativu jonirnar hava eisini navn
eftir grundevninum, men við ending-
ini
id
, t.d.
Cl
: chlorid
Ofta verður endingin í grundevninum
strikað, t.d.
O
2–
: oxid (ikki oxygenid)
S
2–
: sulfid (ikki sulfurid ella
svávulid)
1...,36,37,38,39,40,41,42,43,44,45 47,48,49,50,51,52,53,54,55,56,...222
Powered by FlippingBook