Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 51

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
49
Pannan er úr aluminium,
men uttaná er hon løgd
við titanium.
Magnesium til skúlabrúks. Evnið
hevur skap sum eitt flatt band, sum er
rullað saman. Verður magnesium-
bandið pussað við stálull, verður tað
skínandi blankt, men tað legst skjótt á
tað aftur.
Grýtur, pannur og ketlar
úr aluminium hava uttast eitt
ógvuliga tunt lag av aluminium-
oxidi Al
2
O
3
. Oxidlagið er ógvuliga tunt,
bara ein millióntapart centimetur; men tað er
bæði hart og tætt. Oxidið verjir tilfarið innanfyri,
at tað tærist ikki meira. Tí ber til at brúka køks-
amboð úr aluminium.
Eisini metalini nikkul, chrom og zink hava sterk
oxidløg. Tí ber til at hava tey til rustverju uttan á
øðrum metalum, t.d. jarni. Galvaniseraður seym-
ur, sum vit brúka uttandura, er jarnseymur við
zinki uttaná.
Metalini farast spakuliga av
oxygeninum í luftini
Eisini tá ið magnesium bara liggur í luft, ferst tað
av oxygeninum í luftini. So við og við verður tað
uttasta lagið umgjørt til gráligt magnesiumoxid.
Vit siga, at metalið verður
oxiderað
. Skava vit í
evnið, sæst blanka metalið innanfyri, men sum
tíðin gongur, verður tað aftur grátt á liti.
Eisini onnur metal farast spakuliga av oxygen-
inum í luftini. Tað legst á tey, siga vit. Í 1. kapitli
nevndu vit tey fáu evni (dýrir málmar), sum vera
verandi blonk í náttúruni. Flest onnur evni rea-
gera við oxygenið í luftini og gera jonsambond.
Eitt slíkt evnasamband ímillum metal og oxygen
verður nevnt eitt
oxid
.
Oxid hava heilt øðrvísi eginleikar enn metalini,
tey eru gjørd úr. Metalglansur er eingin, tey leiða
ikki streym, og útsjóndin á evnunum og herðan
í teimum eru broytt.
1...,41,42,43,44,45,46,47,48,49,50 52,53,54,55,56,57,58,59,60,61,...222
Powered by FlippingBook