Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 54

Grundevnaskipanin og jonir hjá
grundevnum
Grundevnaskipanin aftast í hesi bók er gjørd so-
leiðis, at til ber oftast at síggja, um evnini kunnu
gera positivar ella negativar jonir. Eisini ber
mangan til at siga, hvussu stór løðingin verður.
Á myndini omanfyri er teknað ein trappustrika,
sum býtir skipanina í tveir partar. Grundevnini
undir strikuni eru metal. Hini grundevnini verða
nevnd ikki-metal.
Vit vita, at metalini gera altíð positivar jonir. Ikki-
metalini gera sum oftast negativar jonir. Orsøkin
er elektronbýtið í teimum einstøku atomunum.
Elektronbýtið í atomum
Longu tíðliga í 20. øld varð funnið fram til, at
elektronirnar í atomunum ganga í ávísum økjum,
sum vit nevna skøl. Tað er mark fyri, hvussu nógv-
ar elektronir kunnu vera í hvørjum skali, sí mynd-
ina ovast vinstrumegin. Innast við atomkjarnan er
1. skal. Síðani koma 2. skal, 3. skal o.s.fr. Í 1. skali
kunnu í mesta lagi vera 2 elektronir, í 2. skali 8, í
3. skali 18 o.s.fr., sí mynd vinstrumegin.
Elektrontalið í ymsu skølunum er viðmerkt í grund-
evnaskipanini aftast, sí niðaru mynd vinstrumegin.
Her sæst t.d., at evnið aluminium hevur 2 elek-
tronir í 1. skali og 8 elektronir í 2. skali. Hesi
skølini eru so statt full. Eftir til 3. skal eru so
13 – 10 = 3 elektronir.
TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
52
Atomkjarni
7
6
5
4
3
2
1
98
72
50
32
18
8
2
Skal nr.
Elektrontal
Metal
Ikki-metal
8
3
2
13
Al
Aluminium
Elektronir
í 1. skali
Elektronir
í 2. skali
Elektronir
í 3. skali
Strikumynd av skal-skipanini í atom-
unum. Tølini vinstrumegin vísa skal-
nummarið, tølini høgrumegin mesta
elektrontal í skalinum.
Myndin vísir, hvussu elektronirnar í
aluminiumatominum eru býttar. 2 elek-
tronir eru í 1. skali (innasta skali). 8 elek-
tronir eru í 2. skali (øðrum skali).
Aluminium er grundevni nr. 13, t.e.,
13 elektronir tilsamans mala um
atomkjarnan. Tí eru 13 – 2 – 8 = 3
elektronir eftir til 3. skal.
1...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...222
Powered by FlippingBook