Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 60

SÚRT OG BASISKT
58
Myndin vísir pH-virðið í ymsum,
sum vit brúka dagliga.
pH-stigin
Í evnafrøðini hava tey ásett eitt talvirði fyri,
hvussu súrt ella basiskt eitt evni er. Hetta verður
nevnt
pH-stigin
. Hann vísir tølini 0-14. Er pH-
virðið undir 7, er loysingin súr, er pH = 7, er loys-
ingin nevtral, og er pH hægri enn 7, er loysingin
basisk.
Til indikatorpappírið hoyrir eitt litkort, og hvør
litur hevur eitt áskrivað pH-virði. Tí ber til at
mála pH við indikatorstrimlum.
Heilt neyvar verða hesar málingar tó ikki. Neyvari
málingar kunnu vit gera við
pH-metrum
, sí mynd
niðanfyri.
pH
14
13
12
11
10
9
8
7
6
5
4
3
2
1
0
Sápa
Blóð
Mjólk
Epli
Agurk
Banan
Súrepli
Appilsin
Coca-cola
Sitrón
Ógvuliga súrt
Ógvuliga basiskt
Nevtralt
Glaspuss er basiskt.
Edikur er súrur.
pH-metur
pH-metur
1...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...222
Powered by FlippingBook