Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 68

SØLT – ÚR METALI OG S†RU
66
Hydrogen ávíst í 4 ymsum sýrum.
Í svávulsýru eru, sum í øllum øðrum
sýrum, positivar hydrogen-jonir H
+
, men
har eru eisini samansettu negativu
sýrurest-jonirnar SO
4
2–
.
Sýru-jonin H
+
Allar sýrur lita indikatorpappír reytt. Tað gera
H
+
-jonirnar, sum eru í øllum sýrum. Sýru kunnu
vit lýsa sum eitt evni, sum kann lata frá sær H
+
-jon-
ir.
Felagsroynd. Hydrogen úr ymsum
sýrum
Vit stoyta í hvørt sítt royndarglas eitt sindur av
tyntari saltsýru, tyntari svávulsýru, tyntari salpet-
ursýru og tyntari edikssýru.
Vit lata eitt petti av magnesium í fyrsta glasið og
leggja eina lítla glasplátu útyvir. Tað sæst, at
gassevni brúsar upp. Festa vit eld í gassið hoyrist
beinanvegin, at hetta er hydrogen. Sama roynd
verður gjørd við hinum trimum gløsunum, og úr-
slitið er tað sama.
Sýrurestir í ymsum sýrum
Umframt positivu H
+
-jonirnar eru í øllum vatn-
loystum sýrum eisini negativar jonir, sum vit nevna
sýrurest
-jonir.
Í saltsýru eru sýrurest-jonirnar Cl
. Í øðrum sýr-
um kann vera talan um eina samansetta sýrurest-
jon, sí talvuna.
Saltsýra
Svávulsýra
Salpetursýra
Kolsýra
Fosforsýra
Edikssýra
HCl
H
+
+ Cl
H
2
SO
4
2H
+
+ SO
4
2–
HNO
3
H
+
+ NO
3
H
2
CO
3
2H
+
+ CO
3
2–
H
3
PO
4
3H
+
+ PO
4
3–
CH
3
COOH
H
+
+ CH
3
COO
chlorid-jon
sulfat-jon
nitrat-jon
carbonat-jon
fosfat-jon
acetat-jon
Navn
Formil
og jonir í sýruni
Sýrurest-jon
Talvan vísir, hvussu sýrurnar verða nevndar,
hvussu formilin er, hvørjar jonir eru í teimum, og
hvussu sýrurest-jonirnar eita.
1...,58,59,60,61,62,63,64,65,66,67 69,70,71,72,73,74,75,76,77,78,...222
Powered by FlippingBook