Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 73

Natriumhydroxid
Í venjing í arbeiðsbókini hevur tú sæð, at hydro-
gen verður gjørt, tá ið calcium verður latið í vatn,
og at vatnið verður basiskt.
Eisini tá ið natrium verður loyst í vatni, fáa vit
hydrogen, sí felagsroynd á næstu síðu. Vatnið í
hesi royndini verður eisini basiskt.
Basan, sum verður gjørd, tá ið natrium reagerar
við vatn, er
natriumhydroxid
NaOH. Vit kunnu
skriva reaktiónina soleiðis:
Hydrogenatomini binda seg so tvey og tvey til
hydrogenmýl H
2
.
BASUR – ÚR METALI OG VATNI
71
Na + H
2
O
H + NaOH
Metal í vatni
Í undanfarna kapitli sóu vit, hvussu lætt tað var at
loysa nøkur metal í sýru. Nøkur metal kunnu
vit enntá loysa í vatni.
Dømi um hetta er calcium, sí venjing í
arbeiðsbókini.
Natrium
Metalið natrium reagerar enn betur enn calcium
við vatn. Liggur tað í luft, reagerar tað skjótt við
oxygen og ger natriumoxid, Na
2
O. Tí verður
natrium goymt í petroleum, at tað skal ikki hava
samband við luftina.
Natrium er so bleytt, at tað ber til at skera í tað
við knívi. Tá sæst blanka metalið, men skjótt
verður tað aftur grátt av natriumoxidi, Na
2
O.
Við vatn reagerar natrium ógvuliga harðliga. Eld-
fimt hydrogen verður gjørt, sum tá ið calcium
verður latið í vatn. Tað kann tí vera vandamikið
at lata ov stór petti av natrium í vatn!
Natrium reagerar so lættliga við oxy-
genið í luftini, at tað verður goymt í
petroleum.
Hygg, eg dugi at loysa
metal í sýru.
Men eg dugi at loysa
metal í vatni!
Nøkur metal, t.d. calcium og natrium,
kunnu verða loyst í vatni.
1...,63,64,65,66,67,68,69,70,71,72 74,75,76,77,78,79,80,81,82,83,...222
Powered by FlippingBook