Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 80

NEVTRALISERING O G PH-VIR‹I
78
Nevtralisering:
sýra + basa
salt + vatn
Vit kunnu fáa fatur á einum lættloystum
salti, kóka vit vatnið burtur.
Hetta dømið vísir okkum, at tá ið vit nevtralisera
sýru við basu, fáa vit bæði vatn og salt.
Bariumsulfatið í undanfarnu roynd var torloyst, tí
fingu vit botngrugg. Er saltið lættloyst, fáa vit
harafturímóti einki botngrugg. Tá mugu vit kóka
vatnið burtur, vilja vit hava fatur á saltinum.
Kálk og sýra
At kálk, CaCO
3
, kann verða brúkt til at nevtrali-
sera sýru, sæst best av einari lítlari roynd, sí ar-
beiðsbók. Verður eitt lítið kálkpetti, t.d. marmor,
latið í saltsýru, verður reaktiónstalvan:
Hetta verður t.d. brúkt, tá ið kálk verður latið í
súra urtagarðsmold, ella tað verður breitt á bøin,
tí moldin er vorðin ov súr.
Tað er ymiskt, hvussu súrari mold ymsar plantur
trívast í. Summar plantur krevja súra mold,
summar nevtrala, og summar basiska mold. Mold-
in hjá okkum hevur ofta lyndi til at vera nakað
súr, tí so lítið kálk er í henni. Heldur ikki í drekki-
vatninum hjá okkum er nevnivert av kálki.
Í londum, har kálk er í vatninum, setist kálk ofta,
har sum fólk vil ikki hava tað. Tá brúka tey tað,
at sýra og kálk reagera, at fáa kálkið burtur. Eru
t.d. holini í einari brúsu typt av kálki, ber til at fáa
tað burtur við onkrari veikari sýru, t.d. edikssýru.
Tað er ikki ráðiligt at brúka ov sterka sýru, tí hon
kann skaða metalið í brúsuni.
Nú ætli eg mær at fáa hendur á
hasum saltinum!
CO
2
HCl
CaCO
3
2 HCL + CaCO
3
CO
2
+ CaCl
2
+ H
2
O
saltsýra kálk
koldioxid calciumchlorid vatn
1...,70,71,72,73,74,75,76,77,78,79 81,82,83,84,85,86,87,88,89,90,...222
Powered by FlippingBook