Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 88

MAGNETIR
86
Magnetisk kraft
Til eru bara 4 grundevni, sum kenna atdrátt at mag-
netum. Tey eru jarn, nikkul, cobalt (les kobolt) og
gadolinium.
Í venjing í arbeiðsbókini hevur tú sæð, at mag-
netiska kraftin minkar, sum frástøðan veksur. Tú
hevur eisini sæð, at eru pólarnir eins, stoyta teir
hvør annan frá sær.
Hetta man vera
suðurpólur!
Tað kanst tú ikki vita fyri
vist. Kanska er tað bara
jarn!
Hetta er heilt vist
norðpólur!
Hetta er ið hvussu er ikki
norðpólur!
Ymsar magnetnálir.
Stoytir ein ókendur (innballaður) pólur norðpólin
á einari magnet frá sær, er hann sjálvur norðpól-
ur. Men er atdráttur, kunnu vit ikki vita, um hetta
er suðurpólur, tí kanska er hetta bara eitt jarn-
petti, sí mynd ovast á síðuni.
At ávísa veikar magnetpólar brúka vit eina
mag-
netnál
. Ein magnetnál er fløt magnet, sum hong-
ur á einum nálaroddi.
Norðpólurin er litaður myrkur og suðurpólurin
ljósur. Viðhvørt sita magnetnálir í einum húsa, t.d.
í kumpassum.
Skulu vit kanna ein ókendan magnetpól, kunnu
vit nærkast einari magnetnál við honum, sí mynd.
Stoytir hann norðpólin frá sær, er tað vist, at hann
er norðpólur.
1...,78,79,80,81,82,83,84,85,86,87 89,90,91,92,93,94,95,96,97,98,...222
Powered by FlippingBook